Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 86
84
SKIFTISMÆLI í FØROYSKUM?
talvu 6 sett upp eftir egnum sannroyndum
um, hvat ið er at hoyra í føroyska málsam-
felagnum. Eins væl er uppskotið grundað á
svar, ið vóru givin í áður nevndu pinkukann-
ing. Teigurin við 'hugsað um donsk/norsk
viðurskifti' er sostatt tikin við grundað á tað,
ið er sagt niðanfyri í 4.1.2 og 4.1.3 um máls-
ligu viðurskiftini viðvíkjandi skiftismæli.
4.3.2 Nøkur orð um føroysku málstøð-
una við níggju nýtsluøkjunum
hjá Ferguson fyri skiftismceli í
baksýni
Tað er møguligt, at vit í føroyska málsamfe-
lagnum hava at gera við partvíst skiftismæli,
har t.d. týskttalandi parturin av Sveis er at
finna á øðrum endanum á málistokki, meðan
føroyskt kann hugsast at vera at finna á ein-
um øðrum staði á sama málistokki. Her skal
tí aftur verða mint á útfylling Fergusons "um
tvípólaða støðu, har frábrigdini, ið liggja mill-
um tey bæði á hvør sínum vongi eiga at
kunna umrøðast við báðum evstamørkum í
baksýni. Hetta merkir, at eingin triðji pólur er
at fmna" (Ferguson 1991: 226). Hvussu er og
ikki, so man semja vera um, at munirnir mill-
um munnligt og skrivligt føroyskt í dag eru
so stórir, at skrivliga standardfrábrigdið - eins
og vit hava sæð omanfyri - av nógvum før-
oyingum sigst vera trupult. Henda fatan
verður váttað hjá Jógvani í Lon Jacobsen, tá
hann lýsir skriftmálið sum standandi yvir
staðbundnu málførunum og "at tað við
strongu orðaupprunafrøðiligu rættskriving-
ini ikki er lætt hjá øllum at læra og nýta"
(Jacobsen, 2001c). Vit mega sostatt kunna
siga, at tað millum føroyskt-talandi eins og
hjá føroyskum málfrøðingum er týðilig tilvit-
an til staðar um fjarstøðuna millum bæði
frábrigdini. Eins og í øðrum samfeløgum við
skiftismæli, er skilligt, at ein, sum er uppvaks-
in á staðnum og nýtir málið, verður hildin at
vera hátíðarligur og kanska eisini løgin, um
hann velur at nýta standardfrábrigdið (H-
frábrigdi) í dagligari talu, har umstøðurnar
vænta sær dagligt mál.
Vit skulu taka níggju eyðkennini hjá Fergu-
son fyri skiftismæli og gera viðmerkingar til
hvørt teirra við støði í føroyska málsamfelag-
num. Á henda hátt kunnu vit gera okkum
fyribils mynd av fjarstøðuni millum H og L í
føroyskum:
7. Virkisøki (function): "One of the most
important features of diglossia is the
specialization of function for H and L"
(Ferguson, 1959: 328).
Eins og víst verður omanfyri, eru í føroyskum
tvey frábrigdi hvørt á sínum virkisøki. Stand-
ardfrábrigdið, ella 'tillagaða málið', verður í
stóran mun nýtt í almennum høpi, og er alt
skrivligt frá tí almenna á hesum máli. Eitt
frábrigdi heilt nær tillagaðum máli hoyrist
eisini í kringvarpinum, í fyrilestrum og í
kirkjuligum høpi.
2. Virðing (prestige): "In all the defming
languages the speakers regard H as supe-
rior to L in a number of respects" (Ibid.:
329).
Standardfrábrigdið hevur høga virðing í før-
oyska málsamfelagnum. Fólk vilja og vænta,
at skrivligt mál skal vera 'gott føroyskt', í
summum førum rótføroyskt, báði í bending,
setningsbygnaði og orðatilfeingi. Hóast fleiri
siga, at málið er avbjóðandi í nýtslu við fornu