Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 91

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 91
DtCLOSSIA IN FAROESE? 89 (vii) Hugsháttur: Fyrikemur í munnligum máli, tó helst í føst- um orðingum. Ljóðfrøðiliga er ikki munur á eintali og fleirtali. Formurin verður nýttur fyri at málbera ynski ella bøn (Andreasen og Dahl, 2004:113). í skrivligum er munur á ein- tali og fleirtali tann, at ð verður lagt afturat í fleirtali (sí t.d. lýsing av boðshátti hjá Ibid.: 114, mótvegis leiðbeining til næmingarnar ovast á somu síðu: "gevið gcetur"). Tað verður væntað, at tey, sum tala málið, duga og hava skil á boðshátti í skrivligum máli og annars í almennum høpi, tá tørvur er á honum fyri at málbera seg væl. Talva 7i H-variant: L-variant(er): Næmingar vendið scer til leið- beiningina mikudag millum kl. 1300 og 1400. Sjáldan nýttur í munnlig- um. Sama áheitan kann munnliga sigast umleið soleiðis: Næmingar kunnu venda sær til leiðbeiningina mikudagar millum kl. 1300 og 1400. Gevið gcetur (fra Andreassen og Dahl) Ansa eftir 9. Orðatilfe'mgi: "Generally speaking, the bulk of the vocabulary of H and L is sha- red, of course with variations in form and with differences of use and meaning" (Ferguson, 1959: 334). Eins og vit kenna skiftismælistøðuna úr Sveis og arabisku londunum, man eisini í føroysk- um størsti munurin vera at finna í orðatil- feinginum. Munnligt føroyskt orðatilfeingi ber boð um báði alheimsgerð og stórt árin úr donskum, og nógv av munnliga orðatilfeing- inum verður ikki nýtt hvørki í skrivligum ella tillagaðum máli. Seinastu 50 árini hevur virksemi við nýggjyrðum verið raðfest høgt - og við góðum avriki seinastu 25-30 árini. Ein avleiðing er, at dentur verður lagdur á nýtslu av føroyskum nýggjyrðum. Vanligt er eisini, at mæla skúlanæmingum til at velja føroysk orð fram um tøkuorð í skrivliga arb- eiðnum. Fasold sigur um frástøðuna millum H- og L-frábrigdið, at kjakið um móðurmálið, tjóðarmál, o.s.fr. er eitt, ið elvir til mikla øsing í samfelagi við skiftismæli (Fasold, 1984: 39). Áhugavert er at leggja til merkis, at heilt sam- svarandi hesum hevur føroyska arbeiðið við nýggjyrðum verið eitt, ið hevur elvt til ógvus- liga øsing í føroyska málkjakinum. Bókin Føroya mál á manna munni (Niclassen, 2007) er bert eitt dømi um øsandi, hóast ódygdar- ligt, málfrøðiligt íkast til orðaskiftið. At gera nýggj føroysk orð fyri hugtøk og nútíðar uppfinningar er bert eitt øki, og hev- ur sostatt stríðið hjá málfólkunum eisini savnað seg um onnur málslig fyribrigdi. Arb- eiðið við at vekja til lívs aftur gomul orð og næstan avdeyðar bendingar fyri at endur- nýta tilfarið hevur verið eins týdningarmikið og nýggjyrðini. Harafturat hevur miðsavning verið um at fmna fram aftur máliskur, ið eru um at fara úr nýtslu, orsakað av trýstinum frá donskum/lágtýskum orðum, ið hava streym- að inn í málið heilt síðan trúbótina. Ein listi av tílíkum donskum/lágtýskum orðum í munnliga málinum hevði skjótt gjørst til heilan bókling. Her skal bert stutt nevnast, at afturat hópinum av navnorðum, kunnu vit bólka onnur tøkuorð sum í tí fylgjandi: a) for-be-heit-ilsi-orðini úr lágtýskum (møgu- liga hollendskum) umvegis donskum. Víst verður á m.a. Jóhan Hendrik W. Poulsen et al„ 2004:100-101, ið gevur lítla frágreiðing
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.