Fróðskaparrit - 01.01.2008, Qupperneq 91
DtCLOSSIA IN FAROESE?
89
(vii) Hugsháttur:
Fyrikemur í munnligum máli, tó helst í føst-
um orðingum. Ljóðfrøðiliga er ikki munur á
eintali og fleirtali. Formurin verður nýttur fyri
at málbera ynski ella bøn (Andreasen og
Dahl, 2004:113). í skrivligum er munur á ein-
tali og fleirtali tann, at ð verður lagt afturat í
fleirtali (sí t.d. lýsing av boðshátti hjá Ibid.:
114, mótvegis leiðbeining til næmingarnar
ovast á somu síðu: "gevið gcetur"). Tað verður
væntað, at tey, sum tala málið, duga og hava
skil á boðshátti í skrivligum máli og annars í
almennum høpi, tá tørvur er á honum fyri at
málbera seg væl.
Talva 7i
H-variant: L-variant(er):
Næmingar vendið scer til leið- beiningina mikudag millum kl. 1300 og 1400. Sjáldan nýttur í munnlig- um. Sama áheitan kann munnliga sigast umleið soleiðis: Næmingar kunnu venda sær til leiðbeiningina mikudagar millum kl. 1300 og 1400.
Gevið gcetur (fra Andreassen og Dahl) Ansa eftir
9. Orðatilfe'mgi: "Generally speaking, the
bulk of the vocabulary of H and L is sha-
red, of course with variations in form and
with differences of use and meaning"
(Ferguson, 1959: 334).
Eins og vit kenna skiftismælistøðuna úr Sveis
og arabisku londunum, man eisini í føroysk-
um størsti munurin vera at finna í orðatil-
feinginum. Munnligt føroyskt orðatilfeingi
ber boð um báði alheimsgerð og stórt árin úr
donskum, og nógv av munnliga orðatilfeing-
inum verður ikki nýtt hvørki í skrivligum ella
tillagaðum máli. Seinastu 50 árini hevur
virksemi við nýggjyrðum verið raðfest høgt
- og við góðum avriki seinastu 25-30 árini.
Ein avleiðing er, at dentur verður lagdur á
nýtslu av føroyskum nýggjyrðum. Vanligt er
eisini, at mæla skúlanæmingum til at velja
føroysk orð fram um tøkuorð í skrivliga arb-
eiðnum.
Fasold sigur um frástøðuna millum H-
og L-frábrigdið, at kjakið um móðurmálið,
tjóðarmál, o.s.fr. er eitt, ið elvir til mikla øsing
í samfelagi við skiftismæli (Fasold, 1984: 39).
Áhugavert er at leggja til merkis, at heilt sam-
svarandi hesum hevur føroyska arbeiðið við
nýggjyrðum verið eitt, ið hevur elvt til ógvus-
liga øsing í føroyska málkjakinum. Bókin
Føroya mál á manna munni (Niclassen, 2007)
er bert eitt dømi um øsandi, hóast ódygdar-
ligt, málfrøðiligt íkast til orðaskiftið.
At gera nýggj føroysk orð fyri hugtøk og
nútíðar uppfinningar er bert eitt øki, og hev-
ur sostatt stríðið hjá málfólkunum eisini
savnað seg um onnur málslig fyribrigdi. Arb-
eiðið við at vekja til lívs aftur gomul orð og
næstan avdeyðar bendingar fyri at endur-
nýta tilfarið hevur verið eins týdningarmikið
og nýggjyrðini. Harafturat hevur miðsavning
verið um at fmna fram aftur máliskur, ið eru
um at fara úr nýtslu, orsakað av trýstinum frá
donskum/lágtýskum orðum, ið hava streym-
að inn í málið heilt síðan trúbótina. Ein listi
av tílíkum donskum/lágtýskum orðum í
munnliga málinum hevði skjótt gjørst til
heilan bókling. Her skal bert stutt nevnast, at
afturat hópinum av navnorðum, kunnu vit
bólka onnur tøkuorð sum í tí fylgjandi:
a) for-be-heit-ilsi-orðini úr lágtýskum (møgu-
liga hollendskum) umvegis donskum. Víst
verður á m.a. Jóhan Hendrik W. Poulsen et
al„ 2004:100-101, ið gevur lítla frágreiðing