Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 92

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 92
90 SKIFTISMÆU í FØROYSKUM? um tilveru teirra í føroyska málinum. Eisini Jógvan í Lon Jacobsen (2004b) gevur eitt yvirlit yvir bólk, hann nevnir an-be-heit- /7s/-orðini. b) Dømi um donsk tøkuorð, ið eru vanlig í munnliga málinum, men ikki verða skriv- að, eru:/or, ganska (bæði munarhjáorð), hvis/viss, alíkavcel (bæði sambindingar- orð), forskelligur, viktigur, einigur, sverur, virkuligur (øll lýsingarorð), prøva, stijta, vurdera, yvirnátta (øll sagnorð), hygga scer (afturbent sagnorð). c) Eisini 'false cousins’ elva til trupulleika, har tann, sum tosar, nýtir skandinaviskt orð, ið á føroyskum hevur aðra meining. í um- rødda listanum við 319 danismum vóru 11 at fmna av hesum slagnum. Eitt stutt- ligt dømi, ið ofta verður tikið fram, er hugtakið 'ein yvirgang' um tað, sum á før- oyskum eigur at verða sagt 'eina tíð’. Tað hevur ikki bert beinleiðis skeiva meining, men samanblandingin hevur eisini við sær eina løgna kenslu fyri hann, ið veit, at við 'yvirgang' meinast 'ógvuslig misnýtsla av valdi'. 4.4 Hvat kann hugsast at gera sítt til Skiftismæli í føroyskum? Hugt hevur verið at føroysku, málsligu støð- uni við fortreytunum hjá Ferguson fyri skift- ismæli sum grundarlag. Lagt til støði eru tey níggju sermerkisøkini, ið Ferguson ásetti at vera felags fyri 'fyrimyndarmálini', hann peik- aði á í sundurgreining um skiftismæli. Vit síggja av hesum, at átta sermerki kunnu nýt- ast til at siga eitthvørt um føroysku málsligu støðuna fyri at lýsa fjarstøðuna millum skriv- ligt/tillagað mál (H) og dagligt mál (L). Áhugaverdi spurningurin fyri hesa grein hev- ur sostatt verið, um gjørligt er at fáa eitt sind- ur meir at vita um, í hvønn mun føroyski málnýtarin sjálvur er tilvitaður um hesa frá- støðu. Eisini hevur tað áhuga at vita meir um, um fólk munnu hugsa sær umstøður har dagliga frábrigdið ikki eigur at verða nýtt. Av tí sama varð pinkukanningin gjørd sum ein roynd. Vit síggja av henni, at tey flestu av 12 heimildarfólkum hava greiðar og týðiligar meiningar hesum viðvíkjandi. Við hesum í baksýni skal nú gerast lítið orðaskifti um nøkur samfelagsmálfrøðilig viðurskifti, ið kunnu hava ávirkan á føroyskt skiftismæli. Fleiri viðurskifti kunnu hugsast at fara at nøra uppundir fjarstøðuna millum skrivliga, forna standardfrábrigdið og dagliga frábrigd- ið. Av hesum sama fara somu viðurskifti at føra til eina menning av H- og L-frábrigdin- um, hvørt á sínum øki. 4.4.2 Føroyskt mál og tjóðmálslig lívs- megi (ethno-linguistic vitality) Mál sum amboð í tjóðskaparligum høpi er kent fyribrigdi í samfelagsmálfrøðini eftir hjá- landatíðina, og hava vit longu nomið við fleiri dømi: menningin av swahili sum felagsmál (lingua franca) í Tanzania og standardiser- ingin av pidgin-málinum Tok Pisen á Papua Ný Guinea eru vanlig dømi í málfrøðiligum bókmentum. Endurreisingin av hebraiskum hjá ungu tjóðini ísrael aftaná 1948 er helst tað mest sermerkta dømi. Endurreisingin av walisiskum í Wales seinastu árini eins og írsk- gæliskum, ið er sett inn aftur sum stjórnar- mál í Eire, eru dømi nærri okkara leiðum um tjóðmálsliga lívsmegi í minnilutamálum und- ir árini uttaneftir. Uppaftur nýggjari dagfør- ing hava vit fingið í kanningum hjá Arvaniti avskiftismælisstøðu i kypriotiskum-grikskum
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.