Fróðskaparrit - 01.01.2008, Qupperneq 92
90
SKIFTISMÆU í FØROYSKUM?
um tilveru teirra í føroyska málinum. Eisini
Jógvan í Lon Jacobsen (2004b) gevur eitt
yvirlit yvir bólk, hann nevnir an-be-heit-
/7s/-orðini.
b) Dømi um donsk tøkuorð, ið eru vanlig í
munnliga málinum, men ikki verða skriv-
að, eru:/or, ganska (bæði munarhjáorð),
hvis/viss, alíkavcel (bæði sambindingar-
orð), forskelligur, viktigur, einigur, sverur,
virkuligur (øll lýsingarorð), prøva, stijta,
vurdera, yvirnátta (øll sagnorð), hygga
scer (afturbent sagnorð).
c) Eisini 'false cousins’ elva til trupulleika, har
tann, sum tosar, nýtir skandinaviskt orð,
ið á føroyskum hevur aðra meining. í um-
rødda listanum við 319 danismum vóru
11 at fmna av hesum slagnum. Eitt stutt-
ligt dømi, ið ofta verður tikið fram, er
hugtakið 'ein yvirgang' um tað, sum á før-
oyskum eigur at verða sagt 'eina tíð’. Tað
hevur ikki bert beinleiðis skeiva meining,
men samanblandingin hevur eisini við
sær eina løgna kenslu fyri hann, ið veit, at
við 'yvirgang' meinast 'ógvuslig misnýtsla
av valdi'.
4.4 Hvat kann hugsast at gera sítt til
Skiftismæli í føroyskum?
Hugt hevur verið at føroysku, málsligu støð-
uni við fortreytunum hjá Ferguson fyri skift-
ismæli sum grundarlag. Lagt til støði eru tey
níggju sermerkisøkini, ið Ferguson ásetti at
vera felags fyri 'fyrimyndarmálini', hann peik-
aði á í sundurgreining um skiftismæli. Vit
síggja av hesum, at átta sermerki kunnu nýt-
ast til at siga eitthvørt um føroysku málsligu
støðuna fyri at lýsa fjarstøðuna millum skriv-
ligt/tillagað mál (H) og dagligt mál (L).
Áhugaverdi spurningurin fyri hesa grein hev-
ur sostatt verið, um gjørligt er at fáa eitt sind-
ur meir at vita um, í hvønn mun føroyski
málnýtarin sjálvur er tilvitaður um hesa frá-
støðu. Eisini hevur tað áhuga at vita meir um,
um fólk munnu hugsa sær umstøður har
dagliga frábrigdið ikki eigur at verða nýtt. Av
tí sama varð pinkukanningin gjørd sum ein
roynd. Vit síggja av henni, at tey flestu av 12
heimildarfólkum hava greiðar og týðiligar
meiningar hesum viðvíkjandi.
Við hesum í baksýni skal nú gerast lítið
orðaskifti um nøkur samfelagsmálfrøðilig
viðurskifti, ið kunnu hava ávirkan á føroyskt
skiftismæli.
Fleiri viðurskifti kunnu hugsast at fara at
nøra uppundir fjarstøðuna millum skrivliga,
forna standardfrábrigdið og dagliga frábrigd-
ið. Av hesum sama fara somu viðurskifti at
føra til eina menning av H- og L-frábrigdin-
um, hvørt á sínum øki.
4.4.2 Føroyskt mál og tjóðmálslig lívs-
megi (ethno-linguistic vitality)
Mál sum amboð í tjóðskaparligum høpi er
kent fyribrigdi í samfelagsmálfrøðini eftir hjá-
landatíðina, og hava vit longu nomið við fleiri
dømi: menningin av swahili sum felagsmál
(lingua franca) í Tanzania og standardiser-
ingin av pidgin-málinum Tok Pisen á Papua
Ný Guinea eru vanlig dømi í málfrøðiligum
bókmentum. Endurreisingin av hebraiskum
hjá ungu tjóðini ísrael aftaná 1948 er helst
tað mest sermerkta dømi. Endurreisingin av
walisiskum í Wales seinastu árini eins og írsk-
gæliskum, ið er sett inn aftur sum stjórnar-
mál í Eire, eru dømi nærri okkara leiðum um
tjóðmálsliga lívsmegi í minnilutamálum und-
ir árini uttaneftir. Uppaftur nýggjari dagfør-
ing hava vit fingið í kanningum hjá Arvaniti
avskiftismælisstøðu i kypriotiskum-grikskum