Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 94

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 94
92 SKIFTISMÆLI í FØROYSKUM? vitaður má arbeiða við fyri at sleppa av við, tá hann/hon er aftur í upprunaumhvørvinum. Onnur orsøk, ið ofta verður sett fram av málfrøðingum, er at tann, sum talar hetta málið, ynskir at markera seg hoyrandi til ávís- an bólk í samfelagnum. í hesum førinum kan bólkurin 'við universitetsútbúgving uttan- lands' sostatt vera ein, ið nevndu kvinnur ynskja at binda seg at. í hvussu er, óheft av greining um orsøk er kent, at útbúgving ávirkar val av máli hjá teimum, ið tala málið. Sostatt átti ein meira nágreinilig kanning av málvali og hugburði í hesum bólki at verið báði til nyttu og av áhuga. Serstakliga áhuga- verd eigur kanning at vera, ið tekur støði í, at tey, ið tala heimstaðarmál og venda heim- aftur eftir lokna útbúgving uttanlands ávirka umhvørvið við málburði sínum. 4.4.3 Fjarstøðan millum standard og dagligt frábrigdi Av millum annað fíggjarligum orsøkum er ikki beint nú hugsandi, at stjórnmálsligu bondini millum Føroyar og Danmark fara at slitna tey næstu árini. Sambandið er tó ikki heilt uttan bágar, og ymiskar fløkjur hava havt við sær, at mentanin hevur vent sær alt meir burtur frá tí danska við áherðslu á tað føroyska, eisini málsliga. Eins og vit áður hava nomið við, varð undir endurreisingini av skriftmálinum gjørt val um eina forna linju, báði fyri staving og bendingarmynstur. Skrift- málið, ið tá varð myndað hevur a) hildið sær lutfalsliga óbroytt12, og b) hevur verið til frama fyri menning av málinum, millum ann- að møguleikar fyri nýggjyrðum gjøgnum merkingareindarfrøðina. Høvdu ymisku formarnir bert sloppið at doyð út (eins og í norskum) høvdu mangar dyr verið afturlatn- ar fyri alla eftirtíð. Hesi viðurskifti, saman við varðveitandi stevnuni hjá Málnevndini13, kunnu hugsast at fara at føra til eina varðveitandi og aftur- haldandi stevnu frameftir. Sandøy og Óst- man siga, at føroyskt munnligt mál "tyckas fjárma sig typologiskt frán skandinaviska i riktning mot den 'islándska' typen (Sandøy og ðstman, 2004:11). Sambært Ferguson er tílíkt magn "a desire for a full-fledged stan- dard 'national' language as an attribute of autonomy or of sovereignty" (Ferguson 1959: 339). Afturat hesum, skal vísast á metingarnar hjá Wexler av málreinsanarstevnu (purismu), ið hann metir at hava tvífaldaðan týdning í skiftismælisstøðu: 1) til vernd av standardfrá- brigdinum móti ávirkan úr staðbundnu mál- førunum, umframt at 2) so leingi sum stand- ardfrábrigdið verður varðveitt vil tað ávirka hitt dagliga frábrigdið og sostatt byrgja fyri íkomu av skiftismæli. Hin vegin, báði áður nevnda størra kann- ingin um hugburð til ensk lánorð og hin langt minni kanningin hjá undirritaðu frá 2005 vísa afturgongd í varni fyri tí fremm- anda (íroknað tí danska). Hetta ávirkar dag- liga frábrigdið. Hóast hetta, eins og víst verð- ur í parti 3.3 og talvu 3, tykist tankin um at tillaga bending og staving í standardfrábrigd- inum (skrivligum máli) eftir dagliga frábrigd- inum framvegis eitt óhugsandi hugskot hjá meirilutanum av heimildarfólkunum (til áðurnevndu master-ritgerð). Samstundis duga vit at síggja, at árinið uttaneftir á dag- liga frábrigdið fer at verða hækkandi gjøgn- um loftmiðlarnar, umframt tað, at alt fleiri fara av landinum at taka sær útbúgving. Punkt 2 í metingini hjá Wexler omanfyri tyk- ist sostatt ikki at leggja upp fyri nútíðar al- heimsgerðini, ið heldur ikki er væntandi av
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.