Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 94
92
SKIFTISMÆLI í FØROYSKUM?
vitaður má arbeiða við fyri at sleppa av við, tá
hann/hon er aftur í upprunaumhvørvinum.
Onnur orsøk, ið ofta verður sett fram av
málfrøðingum, er at tann, sum talar hetta
málið, ynskir at markera seg hoyrandi til ávís-
an bólk í samfelagnum. í hesum førinum kan
bólkurin 'við universitetsútbúgving uttan-
lands' sostatt vera ein, ið nevndu kvinnur
ynskja at binda seg at. í hvussu er, óheft av
greining um orsøk er kent, at útbúgving
ávirkar val av máli hjá teimum, ið tala málið.
Sostatt átti ein meira nágreinilig kanning av
málvali og hugburði í hesum bólki at verið
báði til nyttu og av áhuga. Serstakliga áhuga-
verd eigur kanning at vera, ið tekur støði í, at
tey, ið tala heimstaðarmál og venda heim-
aftur eftir lokna útbúgving uttanlands ávirka
umhvørvið við málburði sínum.
4.4.3 Fjarstøðan millum standard og
dagligt frábrigdi
Av millum annað fíggjarligum orsøkum er
ikki beint nú hugsandi, at stjórnmálsligu
bondini millum Føroyar og Danmark fara at
slitna tey næstu árini. Sambandið er tó ikki
heilt uttan bágar, og ymiskar fløkjur hava
havt við sær, at mentanin hevur vent sær alt
meir burtur frá tí danska við áherðslu á tað
føroyska, eisini málsliga. Eins og vit áður hava
nomið við, varð undir endurreisingini av
skriftmálinum gjørt val um eina forna linju,
báði fyri staving og bendingarmynstur. Skrift-
málið, ið tá varð myndað hevur a) hildið sær
lutfalsliga óbroytt12, og b) hevur verið til
frama fyri menning av málinum, millum ann-
að møguleikar fyri nýggjyrðum gjøgnum
merkingareindarfrøðina. Høvdu ymisku
formarnir bert sloppið at doyð út (eins og í
norskum) høvdu mangar dyr verið afturlatn-
ar fyri alla eftirtíð.
Hesi viðurskifti, saman við varðveitandi
stevnuni hjá Málnevndini13, kunnu hugsast
at fara at føra til eina varðveitandi og aftur-
haldandi stevnu frameftir. Sandøy og Óst-
man siga, at føroyskt munnligt mál "tyckas
fjárma sig typologiskt frán skandinaviska i
riktning mot den 'islándska' typen (Sandøy
og ðstman, 2004:11). Sambært Ferguson er
tílíkt magn "a desire for a full-fledged stan-
dard 'national' language as an attribute of
autonomy or of sovereignty" (Ferguson
1959: 339).
Afturat hesum, skal vísast á metingarnar
hjá Wexler av málreinsanarstevnu (purismu),
ið hann metir at hava tvífaldaðan týdning í
skiftismælisstøðu: 1) til vernd av standardfrá-
brigdinum móti ávirkan úr staðbundnu mál-
førunum, umframt at 2) so leingi sum stand-
ardfrábrigdið verður varðveitt vil tað ávirka
hitt dagliga frábrigdið og sostatt byrgja fyri
íkomu av skiftismæli.
Hin vegin, báði áður nevnda størra kann-
ingin um hugburð til ensk lánorð og hin
langt minni kanningin hjá undirritaðu frá
2005 vísa afturgongd í varni fyri tí fremm-
anda (íroknað tí danska). Hetta ávirkar dag-
liga frábrigdið. Hóast hetta, eins og víst verð-
ur í parti 3.3 og talvu 3, tykist tankin um at
tillaga bending og staving í standardfrábrigd-
inum (skrivligum máli) eftir dagliga frábrigd-
inum framvegis eitt óhugsandi hugskot hjá
meirilutanum av heimildarfólkunum (til
áðurnevndu master-ritgerð). Samstundis
duga vit at síggja, at árinið uttaneftir á dag-
liga frábrigdið fer at verða hækkandi gjøgn-
um loftmiðlarnar, umframt tað, at alt fleiri
fara av landinum at taka sær útbúgving.
Punkt 2 í metingini hjá Wexler omanfyri tyk-
ist sostatt ikki at leggja upp fyri nútíðar al-
heimsgerðini, ið heldur ikki er væntandi av