Fróðskaparrit - 01.01.2008, Síða 124

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Síða 124
122 SKÚVANES, SKÚVISNØS, NØSIN ELLA VESTURI í NØS støð (viðhvørt eisini nevnd radarstøð) uppi við Eggjarnar í Hamrahaga í Vági. í tí sam- bandi gjørdist staðanavnið Skúvanes víða git- ið, tí tað var tað almenna navnið á støðini. Erling Poulsen, ið sum ungur arbeiddi við Eggjarnar, hevur greitt frá støðini í bókini Loranstøðin við Eggjarnar. Har kemur hann eisini inn á staðanavnið har sum støðin er.2 Erling (Poulsen 2004: 9-10) tekur soleiðis til: Eingilskmenn róptu loranstøðina Skúvanes, og gudarnir skulu vita, hvaðani teir hava hetta navnið, tí talumál hevur tað ongantíð verið í Vági. í Faradali er ein gjógv, sum eitur Skúvisgjógv. Ilt er at siga, um eingilskmenn hava fingið hugskot til navnið haðani, men sum áður nevnt, í Vági visti eingin um navnið Skúvanes. Staðið eitur sum nevnt Uppi við Eggjarnar ella Við Eggjarnar (ella bara Eggjarnar, um fyrisetingin er løgd burturúr). Tað kann eisini verða nevnt óbundið, t.d. Uppi við Eggjar, og sum partur av nøvnunum Fløttin við Eggjar, Gjógvin við Eggjar og Nøsin við Eggjar. Skilt verður millum Ovaru Eggjar og Niðaru Eggjar. Ovaru Eggjar eru frá Gjónni við Eggjar upp í Rútafelli (sum er 356 m høgt), Niðaru Eggjar eru haðani og vestureftir. Tann flati parturin av Niðaru Eggjum nevnist eisini Flateggjar, og har - í 204 metra hædd - var støðin og tær fýra antennumeistrarnar, ið eyðkendu staðið. Tað vestasta nevið í Niðaru Eggjum eitur Vesturi í Nøs, onkuntíð nevnt Nøsin við Eggjar (hæddin er umleið 160 m yvir sjóvarmálanum). Navnið Skúvanes Eitt ið eyðkennir føroyskan navnasið, er at sjálvt um navnið er óbundið tá ið hjáorð og fyrisetingstanda frammanfyri (Vesturi í Nøs), so hoyrist tann bundni formurin tá ið onkur vil nevna staðið við navnorðinum einsam- øllum (serliga í hvørfalli); Nøsin. Tá ið Johan O. Djurhuus, táverandi fyrstilærari, seinri skúlastjóri, beint eftir krígslok (1945-47) skrivar staðanøvn í Vági upp fyri Staðanavna- nevndina hjá løgtinginum, skrivar hann so- leiðis: Nøsin = Vesturi í Nøs = Skúvanes,3 Her brúkar hann navnið Skúvanes, og tað stóð eisini á kortinum (máliborðsblaðnum) sum hann brúkti í sínum arbeiði. Hvør er so komin við navninum Skúva- nesl Sum tað sæst, hava summir hug at geva eingilskmonnum skyldina. Tað kann eisini væl vera at loranstøðin hevur gjørt sítt til at gera navnið Skúvanes kent millum manna. Men at eingilskmenn skulu hava funnið uppá tað, er heilt burturvið. Navnið er eldri enn so. Og hví skuldu teir eisini funnið uppá tað? Nei, teir hava heilt einfalt hugt at kortinum, eitt nú generalstabskortinum frá 1901. Har eitur staðið Skúvanes. Men hvaðani er tað navnið so komið, tá ið nú vágbingar ikki vilja kennast við tað? At eitt staðanavn hevur verið har, sum hevur innihildið navnliðin Skúv-, er uttan fyri allan iva. Beint heiman fyri Nøsina er Fara- dalur, sum er dalurin undir vegnum til Eggj- arnar og røkkur oman móti eggini sunnan fyri Vágseiði. Frá eggini og langt inn í dalin sker seg ein gjógv, sum eitur Skúvisgjógv. Tað løgna er at á generalstabskortinum nevnist hon Faradalsgjógv (báði í 1. útgávu frá 1901 og í 2. útgávu frá 1943), tó at vágbingar eru samdir um at hon eitur Skúvisgjógv (og tað navnið hevur hon so fingið á kortinum í 3. útgávu frá 1998). Um hon eisini hevur kunn- að verið nevnd Faradalsgjógv, ella um tað navnið bara er íkomið av misgáum tá ið teir gjørdu kortini, er ilt at siga.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154
Síða 155
Síða 156
Síða 157
Síða 158
Síða 159
Síða 160
Síða 161
Síða 162
Síða 163
Síða 164
Síða 165
Síða 166
Síða 167
Síða 168
Síða 169
Síða 170
Síða 171
Síða 172
Síða 173
Síða 174
Síða 175
Síða 176
Síða 177
Síða 178
Síða 179
Síða 180
Síða 181
Síða 182
Síða 183
Síða 184
Síða 185
Síða 186
Síða 187
Síða 188
Síða 189
Síða 190
Síða 191
Síða 192
Síða 193
Síða 194
Síða 195
Síða 196
Síða 197
Síða 198
Síða 199
Síða 200

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.