Fróðskaparrit - 01.01.2008, Qupperneq 124
122
SKÚVANES, SKÚVISNØS, NØSIN ELLA VESTURI í NØS
støð (viðhvørt eisini nevnd radarstøð) uppi
við Eggjarnar í Hamrahaga í Vági. í tí sam-
bandi gjørdist staðanavnið Skúvanes víða git-
ið, tí tað var tað almenna navnið á støðini.
Erling Poulsen, ið sum ungur arbeiddi við
Eggjarnar, hevur greitt frá støðini í bókini
Loranstøðin við Eggjarnar. Har kemur hann
eisini inn á staðanavnið har sum støðin er.2
Erling (Poulsen 2004: 9-10) tekur soleiðis til:
Eingilskmenn róptu loranstøðina Skúvanes, og
gudarnir skulu vita, hvaðani teir hava hetta
navnið, tí talumál hevur tað ongantíð verið í Vági.
í Faradali er ein gjógv, sum eitur Skúvisgjógv. Ilt
er at siga, um eingilskmenn hava fingið hugskot
til navnið haðani, men sum áður nevnt, í Vági visti
eingin um navnið Skúvanes.
Staðið eitur sum nevnt Uppi við Eggjarnar
ella Við Eggjarnar (ella bara Eggjarnar, um
fyrisetingin er løgd burturúr). Tað kann eisini
verða nevnt óbundið, t.d. Uppi við Eggjar, og
sum partur av nøvnunum Fløttin við Eggjar,
Gjógvin við Eggjar og Nøsin við Eggjar. Skilt
verður millum Ovaru Eggjar og Niðaru
Eggjar. Ovaru Eggjar eru frá Gjónni við Eggjar
upp í Rútafelli (sum er 356 m høgt), Niðaru
Eggjar eru haðani og vestureftir. Tann flati
parturin av Niðaru Eggjum nevnist eisini
Flateggjar, og har - í 204 metra hædd - var
støðin og tær fýra antennumeistrarnar, ið
eyðkendu staðið. Tað vestasta nevið í Niðaru
Eggjum eitur Vesturi í Nøs, onkuntíð nevnt
Nøsin við Eggjar (hæddin er umleið 160 m
yvir sjóvarmálanum).
Navnið Skúvanes
Eitt ið eyðkennir føroyskan navnasið, er at
sjálvt um navnið er óbundið tá ið hjáorð og
fyrisetingstanda frammanfyri (Vesturi í Nøs),
so hoyrist tann bundni formurin tá ið onkur
vil nevna staðið við navnorðinum einsam-
øllum (serliga í hvørfalli); Nøsin. Tá ið Johan
O. Djurhuus, táverandi fyrstilærari, seinri
skúlastjóri, beint eftir krígslok (1945-47)
skrivar staðanøvn í Vági upp fyri Staðanavna-
nevndina hjá løgtinginum, skrivar hann so-
leiðis: Nøsin = Vesturi í Nøs = Skúvanes,3 Her
brúkar hann navnið Skúvanes, og tað stóð
eisini á kortinum (máliborðsblaðnum) sum
hann brúkti í sínum arbeiði.
Hvør er so komin við navninum Skúva-
nesl Sum tað sæst, hava summir hug at geva
eingilskmonnum skyldina. Tað kann eisini
væl vera at loranstøðin hevur gjørt sítt til at
gera navnið Skúvanes kent millum manna.
Men at eingilskmenn skulu hava funnið uppá
tað, er heilt burturvið. Navnið er eldri enn so.
Og hví skuldu teir eisini funnið uppá tað?
Nei, teir hava heilt einfalt hugt at kortinum,
eitt nú generalstabskortinum frá 1901. Har
eitur staðið Skúvanes.
Men hvaðani er tað navnið so komið, tá
ið nú vágbingar ikki vilja kennast við tað?
At eitt staðanavn hevur verið har, sum
hevur innihildið navnliðin Skúv-, er uttan fyri
allan iva. Beint heiman fyri Nøsina er Fara-
dalur, sum er dalurin undir vegnum til Eggj-
arnar og røkkur oman móti eggini sunnan
fyri Vágseiði. Frá eggini og langt inn í dalin
sker seg ein gjógv, sum eitur Skúvisgjógv. Tað
løgna er at á generalstabskortinum nevnist
hon Faradalsgjógv (báði í 1. útgávu frá 1901
og í 2. útgávu frá 1943), tó at vágbingar eru
samdir um at hon eitur Skúvisgjógv (og tað
navnið hevur hon so fingið á kortinum í 3.
útgávu frá 1998). Um hon eisini hevur kunn-
að verið nevnd Faradalsgjógv, ella um tað
navnið bara er íkomið av misgáum tá ið teir
gjørdu kortini, er ilt at siga.