Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 126

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 126
124 SKÚVANES, SKÚVISNØS, NØSIN ELLA VESTURIÍNØS skrift, heldur ikki í nakrari av staðanavnaupp- skriftunum vit hava. Hyggja vit at kortinum sum kommandanturin á Skansanum, Born kapteynur, teknaði í 1791, sæst at navnið á flesini útfyri er skrivað Skuesnces Flees. Fyrri liður í hesum daniseraða navni man endur- spegla navnið Skúvisnøs. Navnið hjá Born var tað sum generalstaburin setti á kortið sum kom út í 1901, men í forminum Skúvaness Fles (í 2. útgávu 1943 stavað Skúvanesfles). í handritinum frá navnaviðgerðini endurgeva teir formin hjá Born (Skuesnæs Flees), men velja av onkrari ókendari grund at broyta Skues- til Skúva-, og við teirri viðmerking at tað er hvørsfall fleirtal av skúgvur, og at stað- ið er eitt nes („Beskrives som Næs"). Tað kann undra ein at teir báði seta danskan og før- oyskan form av hesum navni á kortið, tí tað gera teir annars vanliga bara tá ið talan er um serliga týðandi nøvn sum bústaðarnøvn og nøvnum á oyggjum og størri fjarðum og sundum o.tíl. (Weyhe 2007). Men viðvíkjandi tí danska forminum Skuvances á kortinum siga teir: „Den danske Form af Hensyn til Søkortet". Staðið má onkursvegna hava verið hildið at vera týðandi, og møguliga hevur tað við skipaferðslu at gera. Skoytt kann verða uppí at um somu tíð kemur navnið at standa á sjókortunum. Rimestad kapteynur, sum hevði viðgerð- ina av nøvnunum um hendur, var málkønur maður og ikki púra sørur í føroyskum.6 Óiv- að hevur hann hildið formin Skúvis- vera óregluligan eftir mállæruni og broytir tí til Skúva-, sum hann veit er regluligur hvørsfals- formur í fleirtali av skúgvur, og sum hann veit er rættiliga vanligur í føroyskum staðanøvn- um (sbr. Skúvabøli, Skúvadalur, Skúvafjall, Skúvagjógv, Skúvaskarð o.s.fr.). Vit vita eisini at Rimestad ráðførdi seg við V. U. Hammers- haimb, Jakob Jakobsen og Fríðrik Petersen (sí Weyhe 2007). Hann tykist útiloka møguleikan at for- liðurin kann vera hvørsfall eintal. í mállæruni læra vit at skúgvur eitur skúvs í hvørsfalli ein- tali. Skulu vit royna at greiða ein form sum skúvis ella skúvus (munur millum i og u hoyr- ist ikki í hasi støðuni), kunnu vit hugsa okk- um tveir møguleikar. Vanligur framburður av skúvs er í nútíð- arføroyskum [skyss], men í suðuroyarmáli er tað einki avgjørt krav at tvíljóðið styttist í slíkum bendingarformi (t.d. kundi mann hoyra eldri fólk úttala lýsingarorð sum brúnt og Ijótt við tvíljóði, ávikavist [t*u] og [ou] heldur enn einljóðunum [y] og [o], tá ið hjá- Ijóð kom aftrat sum bendingarending). Skúvs kann eins væl eita [skttus], har sum gongdin hevur verið: [skttuvs] > [skttuws] > [skttus]. í 1. ella 2. stigi í tilgongdini er møguleiki fyri at eitt herðingarveikt sjálvljóð kemur inn sum stuðulsljóð (swarabhakti); [skttuwus-] ella [skttuwis-], kanska serliga tá ið orðið stendur sum fyrri partur í samanseting og seinri partur byrjar við hjáljóði. At tílíkt stuðulsljóð ikki hevur verið óvanligt í suðuroyarmáli, hava vit dømir um í orðformum sum kvínni og oynni (bundnir hvørjumfalsformar í eintali av kvíggj, oyggj), sum kunnu hoyrast úttalaðir sum trístavilsisorð: /kvuy:dene, oi:dene/. Tað langa tvíljóðið framman fyri hjáljóðabólk ger stavilsið „yvirlangt", so at tað so at siga brotnar av í tvey. Hin møguleikin er tann, sum vit fáa vátt- aðan í eldri keldum, at hvørsfalsformar av sama slag sum skúvus ella skúvis hava verið til í eldri føroyskum, sbr. eldri hvørsfalsformar sum boðus, guðus (og guðis), heraðus, liðus, umboðus av boð, guð, herað, lið, umboð (Sørlie 1936: 22; Matras 1960).
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.