Fróðskaparrit - 01.01.2008, Qupperneq 126
124
SKÚVANES, SKÚVISNØS, NØSIN ELLA VESTURIÍNØS
skrift, heldur ikki í nakrari av staðanavnaupp-
skriftunum vit hava. Hyggja vit at kortinum
sum kommandanturin á Skansanum, Born
kapteynur, teknaði í 1791, sæst at navnið á
flesini útfyri er skrivað Skuesnces Flees. Fyrri
liður í hesum daniseraða navni man endur-
spegla navnið Skúvisnøs. Navnið hjá Born var
tað sum generalstaburin setti á kortið sum
kom út í 1901, men í forminum Skúvaness
Fles (í 2. útgávu 1943 stavað Skúvanesfles). í
handritinum frá navnaviðgerðini endurgeva
teir formin hjá Born (Skuesnæs Flees), men
velja av onkrari ókendari grund at broyta
Skues- til Skúva-, og við teirri viðmerking at
tað er hvørsfall fleirtal av skúgvur, og at stað-
ið er eitt nes („Beskrives som Næs"). Tað kann
undra ein at teir báði seta danskan og før-
oyskan form av hesum navni á kortið, tí tað
gera teir annars vanliga bara tá ið talan er um
serliga týðandi nøvn sum bústaðarnøvn og
nøvnum á oyggjum og størri fjarðum og
sundum o.tíl. (Weyhe 2007). Men viðvíkjandi
tí danska forminum Skuvances á kortinum
siga teir: „Den danske Form af Hensyn til
Søkortet". Staðið má onkursvegna hava verið
hildið at vera týðandi, og møguliga hevur tað
við skipaferðslu at gera. Skoytt kann verða
uppí at um somu tíð kemur navnið at standa
á sjókortunum.
Rimestad kapteynur, sum hevði viðgerð-
ina av nøvnunum um hendur, var málkønur
maður og ikki púra sørur í føroyskum.6 Óiv-
að hevur hann hildið formin Skúvis- vera
óregluligan eftir mállæruni og broytir tí til
Skúva-, sum hann veit er regluligur hvørsfals-
formur í fleirtali av skúgvur, og sum hann veit
er rættiliga vanligur í føroyskum staðanøvn-
um (sbr. Skúvabøli, Skúvadalur, Skúvafjall,
Skúvagjógv, Skúvaskarð o.s.fr.). Vit vita eisini
at Rimestad ráðførdi seg við V. U. Hammers-
haimb, Jakob Jakobsen og Fríðrik Petersen (sí
Weyhe 2007).
Hann tykist útiloka møguleikan at for-
liðurin kann vera hvørsfall eintal. í mállæruni
læra vit at skúgvur eitur skúvs í hvørsfalli ein-
tali. Skulu vit royna at greiða ein form sum
skúvis ella skúvus (munur millum i og u hoyr-
ist ikki í hasi støðuni), kunnu vit hugsa okk-
um tveir møguleikar.
Vanligur framburður av skúvs er í nútíð-
arføroyskum [skyss], men í suðuroyarmáli er
tað einki avgjørt krav at tvíljóðið styttist í
slíkum bendingarformi (t.d. kundi mann
hoyra eldri fólk úttala lýsingarorð sum brúnt
og Ijótt við tvíljóði, ávikavist [t*u] og [ou]
heldur enn einljóðunum [y] og [o], tá ið hjá-
Ijóð kom aftrat sum bendingarending). Skúvs
kann eins væl eita [skttus], har sum gongdin
hevur verið: [skttuvs] > [skttuws] > [skttus]. í
1. ella 2. stigi í tilgongdini er møguleiki fyri at
eitt herðingarveikt sjálvljóð kemur inn sum
stuðulsljóð (swarabhakti); [skttuwus-] ella
[skttuwis-], kanska serliga tá ið orðið stendur
sum fyrri partur í samanseting og seinri
partur byrjar við hjáljóði. At tílíkt stuðulsljóð
ikki hevur verið óvanligt í suðuroyarmáli,
hava vit dømir um í orðformum sum kvínni
og oynni (bundnir hvørjumfalsformar í
eintali av kvíggj, oyggj), sum kunnu hoyrast
úttalaðir sum trístavilsisorð: /kvuy:dene,
oi:dene/. Tað langa tvíljóðið framman fyri
hjáljóðabólk ger stavilsið „yvirlangt", so at tað
so at siga brotnar av í tvey.
Hin møguleikin er tann, sum vit fáa vátt-
aðan í eldri keldum, at hvørsfalsformar av
sama slag sum skúvus ella skúvis hava verið
til í eldri føroyskum, sbr. eldri hvørsfalsformar
sum boðus, guðus (og guðis), heraðus, liðus,
umboðus av boð, guð, herað, lið, umboð
(Sørlie 1936: 22; Matras 1960).