Fróðskaparrit - 01.01.2008, Síða 140

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Síða 140
138 TRÝ KVÆÐI EFTIR JENS HENDRIK DJURHUUS Kvæðið er endurgivið eftir avskrift hjá Jeffrei Henriksen av handritinum hjá Jens Hendriki Djurhuus, og tað er eyðsæð, at tað er skrivað, áðrenn kunnleikin til skriftmálið, sum Hammershaimb gjørdi í 1846, varð almanna- ogn. Jeffrei Henriksen heldur kortini, at tað er skrivað eftir 1829 (Henriksen 1982:3). í hesum ørindi eru fleiri stavrím: káva - knórur, toko - tattur og skrottar - stevnir - strondum, sum saman við kvennendarímun- um í aðru og fjórðu reglu binda ørindið sam- an. Sniðið skipar ørindini, herðingarsterku stavilsini og rímorðini leggja dent á úrvald orð, gera tey áhugaverd og kasta Ijós á inni- haldið. í „Eiriki og Rollari" eru ørindini ikki bundin saman sínámillum við endurtøkum, í staðin gera sambindingar- og hjáorð vart við brot og broytingar í gongdini. Eitt nú kemur tíðarhjáorðið „nú" ofta fyri. Tað hevur eina serstaka megi, tí tað í senn skapar nánd og broyting, sum tá kvæðið fær aðra vend, tá ið inngangurin er liðugur at upplýsa (ør. 8). Eingi inngangs- og endaørindi eru sum t.d. hjá Jens Chr. Djurhuus „Vilja tiit hojra Qvæeje mujt/ Vilja tiit Orun trigva" (Ólavur Trygi/ason ør. 1), Nólsoyar-Pálli „Nú orki eg ikki at ríma longur" (Fuglakvæðið ør. 228, J. Jakobsen) og mongum gomlum kvæðum. í staðin leggur „Eirikur og Rollar" fyri við eini lýsing av veðrinum, tá ið Eirikur og Rollar stevna móti Danmark. Fyrsta ørindi sigur frá, hvar leikur fer fram, og hvussu umstøðurnar eru. Veður- og náttúrulýsingin heldur fram í øðrum og triðja ørindi: Glávir, Vindur, u Kávarook, stendur niur á Sjegv, Fast so Friste Fjóran áv, u sjót vóx Glere negv. - Ikkje kan Knórur á Aldoriggje Ferast ui hesun Fokje: Veterin á Fjór hevur lagt, Áv Glere Sterka Lokje. - ør. 2-3 Slíkar náttúrulýsingar eyðkenna ikki tey gomlu kvæðini. „Eirikur og Rollar" man vera tað fyrsta skaldsliga verk á føroyskum, sum tekur tann siðin upp at leggja fyri við at sálarkveikja náttúrufyribrigdi. At seta náttúrulýsandi inn- gang í skaldsligt verk, sum samanfatar hug- lagið í verkinum og vísir til megi í náttúru og mannasinni, er ein siður, sum tók seg upp í romantikkinum umleið 1800. Myndburðurin „sterka lokið" í seinastu reglu í triðja ørindi lýsir fjarðarís og ger hetta náttúrufyribrigdið til ein tilvirkaðan lut, eitt lok. í sama viðfangi hevur veturin fingið tann menniskjansliga eginleika at leggja lok á okkurt. Veturin er við øðrum orðum sálarkveiktur, og talan er um ein rættan romantiskan myndburð. Kvæða- og søgugongd Tey fyrstu sjey ørindini eru ekspositión, sum kunnar um viðurskiftini úr fleiri sjónarhorn- um. Fyrst er tann yvirskipaða veður- og nátt- úrulýsingin. Eftir hana koma tvey ørindi, sum í stuttum lýsa viðurskiftini á kongsgarðinum, har menn „glaðir mæla við fyllarí av vátt og turt og villum jóla spæli". Síðani verða umstøðurnar í bóndans stovu lýstar, har fólk „seg fløvar yvir brond- um" og eygleiða tað, sum fer fram uttanfyri: U Lá áv Bakka liggur hár, ui tui sáma sinne, Eukunutt Sjip sum Fríst er fast, Hár ui Firenun Inne. -
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154
Síða 155
Síða 156
Síða 157
Síða 158
Síða 159
Síða 160
Síða 161
Síða 162
Síða 163
Síða 164
Síða 165
Síða 166
Síða 167
Síða 168
Síða 169
Síða 170
Síða 171
Síða 172
Síða 173
Síða 174
Síða 175
Síða 176
Síða 177
Síða 178
Síða 179
Síða 180
Síða 181
Síða 182
Síða 183
Síða 184
Síða 185
Síða 186
Síða 187
Síða 188
Síða 189
Síða 190
Síða 191
Síða 192
Síða 193
Síða 194
Síða 195
Síða 196
Síða 197
Síða 198
Síða 199
Síða 200

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.