Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 140
138
TRÝ KVÆÐI EFTIR JENS HENDRIK DJURHUUS
Kvæðið er endurgivið eftir avskrift hjá Jeffrei
Henriksen av handritinum hjá Jens Hendriki
Djurhuus, og tað er eyðsæð, at tað er skrivað,
áðrenn kunnleikin til skriftmálið, sum
Hammershaimb gjørdi í 1846, varð almanna-
ogn. Jeffrei Henriksen heldur kortini, at tað
er skrivað eftir 1829 (Henriksen 1982:3).
í hesum ørindi eru fleiri stavrím: káva -
knórur, toko - tattur og skrottar - stevnir -
strondum, sum saman við kvennendarímun-
um í aðru og fjórðu reglu binda ørindið sam-
an. Sniðið skipar ørindini, herðingarsterku
stavilsini og rímorðini leggja dent á úrvald
orð, gera tey áhugaverd og kasta Ijós á inni-
haldið. í „Eiriki og Rollari" eru ørindini ikki
bundin saman sínámillum við endurtøkum, í
staðin gera sambindingar- og hjáorð vart við
brot og broytingar í gongdini. Eitt nú kemur
tíðarhjáorðið „nú" ofta fyri. Tað hevur eina
serstaka megi, tí tað í senn skapar nánd og
broyting, sum tá kvæðið fær aðra vend, tá ið
inngangurin er liðugur at upplýsa (ør. 8).
Eingi inngangs- og endaørindi eru sum
t.d. hjá Jens Chr. Djurhuus „Vilja tiit hojra
Qvæeje mujt/ Vilja tiit Orun trigva" (Ólavur
Trygi/ason ør. 1), Nólsoyar-Pálli „Nú orki eg
ikki at ríma longur" (Fuglakvæðið ør. 228, J.
Jakobsen) og mongum gomlum kvæðum. í
staðin leggur „Eirikur og Rollar" fyri við eini
lýsing av veðrinum, tá ið Eirikur og Rollar
stevna móti Danmark. Fyrsta ørindi sigur frá,
hvar leikur fer fram, og hvussu umstøðurnar
eru. Veður- og náttúrulýsingin heldur fram í
øðrum og triðja ørindi:
Glávir, Vindur, u Kávarook,
stendur niur á Sjegv,
Fast so Friste Fjóran áv,
u sjót vóx Glere negv. -
Ikkje kan Knórur á Aldoriggje
Ferast ui hesun Fokje:
Veterin á Fjór hevur lagt,
Áv Glere Sterka Lokje. -
ør. 2-3
Slíkar náttúrulýsingar eyðkenna ikki tey
gomlu kvæðini.
„Eirikur og Rollar" man vera tað fyrsta
skaldsliga verk á føroyskum, sum tekur tann
siðin upp at leggja fyri við at sálarkveikja
náttúrufyribrigdi. At seta náttúrulýsandi inn-
gang í skaldsligt verk, sum samanfatar hug-
lagið í verkinum og vísir til megi í náttúru og
mannasinni, er ein siður, sum tók seg upp í
romantikkinum umleið 1800. Myndburðurin
„sterka lokið" í seinastu reglu í triðja ørindi
lýsir fjarðarís og ger hetta náttúrufyribrigdið
til ein tilvirkaðan lut, eitt lok. í sama viðfangi
hevur veturin fingið tann menniskjansliga
eginleika at leggja lok á okkurt. Veturin er við
øðrum orðum sálarkveiktur, og talan er um
ein rættan romantiskan myndburð.
Kvæða- og søgugongd
Tey fyrstu sjey ørindini eru ekspositión, sum
kunnar um viðurskiftini úr fleiri sjónarhorn-
um. Fyrst er tann yvirskipaða veður- og nátt-
úrulýsingin. Eftir hana koma tvey ørindi, sum
í stuttum lýsa viðurskiftini á kongsgarðinum,
har menn „glaðir mæla við fyllarí av vátt og
turt og villum jóla spæli".
Síðani verða umstøðurnar í bóndans
stovu lýstar, har fólk „seg fløvar yvir brond-
um" og eygleiða tað, sum fer fram uttanfyri:
U Lá áv Bakka liggur hár,
ui tui sáma sinne,
Eukunutt Sjip sum Fríst er fast,
Hár ui Firenun Inne. -