Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 144

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 144
142 TRÝ KVÆÐI EFTIR JENS HENDRIK DJURHUUS Vi Øndun Eiun Kongur har, Han rende tii! Hánundo, Áv vroio ristist varranar, Han idla Tála kunde. - ør. 96 í kvæðinum fer drotningin av garðinum, tí hon „Torde oi dvólast longur,, (ør. 99). í søguni hjá Saxo dugir Fróði ikki at áseta revsingina og biður drotningina sjálva áseta hana. Meðan hon hugsar um tað, loypur Gripur upp og leggur á Eirik við spjóti sínum, men Rollar er kvikur og fellir Grip. Kvæðið hevur tað úr søguni, at Rollar leggur seg ímillum og fellir skattmeistaran, men kvæðið hevur drigið gávuhandanina og avdúkingina av ótrúskapinum saman í ein tilburð. í kvæðinum vilja Vestmarssynir hava hevnd, og avtalað verður, at dysturin eftir ynski Eiriks skal fara fram úti á ísinum á firðinum, har Eirikur og Rollar vinna. Kvæðið ger nógv burtur úr at lýsa, hvussu líkini skulu søkkjast inn undir ísin á firðinum (ør. 91-92, 121), men søgan sigur einki um tað. Har líkini eru søkt, verður eitt minnismerki sett upp við reyðari rúnaskrift (ør. 131). Eirikur sigur Fróða kongi, at Rollar og hann hava beint fyri skálkunum og latið eygu hansara upp (ør. 103-106), men tað er herskin biti hjá kongi at svølgja, og vóru tað ikki veðurlíkindini (ør. 133), sum forðaðu teimum at fara, hevði hann viljað havt teir at farið. Hann letur teir kortini verða verandi, skilst í seinasta ørindi: So Vevro toir ui Kongaborg Kjempenar frá Nori Kátir fire uttan Sorg Evto vi Kongjins Bori. - ør. 134 Eirikur og Rollar tæna við øðrum orðum Fróða kongi, og báðar ætlanir teirra við ferðini eru loknar. í søguni hjá Saxo eru fleiri tilburðir aftur- at, har Fróði kongur roynir at beina fyri Eiriki. At enda mælir Gunnvør Eiriki til, at tey flýggja saman. Fyrst ger Eirikur skipini hjá Fróða ónýtilig og leggur seg síðani við sínum skipi stutt frá landi. Tá ið Fróði vil sigla aftan á Eiriki, søkka skip hansara, og hann fær úr at gera at bjarga sær sjálvum. Eirikur og Rollar leypa óttaleysir á sjógv og svimja til skipini fyri at hjálpa kongi: teir fáa í hárið á honum og hála hann upp. Av tí at Fróði kongur held- ur seg hava lútað fyri minni mætum manni er so lítið um hann, at hann vil beina fyri sær. Men Eirikur fær snildisliga talað hann frá tí. Nústani blíðkast Fróði í søguni hjá Saxo, trúlovar systur sína Gunnvør og Eirik og gevur honum ein landspart at ráða yvir. Fróði vil ikki vita av Hánundu drotning og vil í stað- in fáa sær eina dóttur Geyta, norska kongin, sum Eirikur og Rollar eru sendimenn hjá. Eftir hetta heldur søgan fram og lýsir Fróða sum ein sera dugnaligan, klókan og friðarelskandi kong. Hann legði fleiri lond undir seg - m.a. írland - fekk frið í lag í land- inum, góð kor og rættvísi og kallaðist tí Frode Fredegod. Fróði vildi serliga beina fyri stuldri og ráni; tí hongdi hann ein tungan armring upp við ein alfaraveg í Jyllandi, og hóast hann var lætt atkomuligur, tók eingin ringin av ótta fyri revsingini. Einaferð varð ringurin kortini tikin, men mamma tjóvin umskapaði seg til eina sjókúgv og stútaði kong, so hann doyði. Av tí at fólkið hevði óttast fyri, at tað fór at ganga illa í landinum, tá ið Fróði doyði, var líkið balsamerað og sett á ein vogn, sum koyrdi gjøgnum landið fyri at vissa fólk um, at kongur framvegis hevði ræðið. Ikki fyrr
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.