Fróðskaparrit - 01.01.2008, Síða 144
142
TRÝ KVÆÐI EFTIR JENS HENDRIK DJURHUUS
Vi Øndun Eiun Kongur har,
Han rende tii! Hánundo,
Áv vroio ristist varranar,
Han idla Tála kunde. -
ør. 96
í kvæðinum fer drotningin av garðinum, tí
hon „Torde oi dvólast longur,, (ør. 99). í
søguni hjá Saxo dugir Fróði ikki at áseta
revsingina og biður drotningina sjálva áseta
hana. Meðan hon hugsar um tað, loypur
Gripur upp og leggur á Eirik við spjóti sínum,
men Rollar er kvikur og fellir Grip.
Kvæðið hevur tað úr søguni, at Rollar
leggur seg ímillum og fellir skattmeistaran,
men kvæðið hevur drigið gávuhandanina og
avdúkingina av ótrúskapinum saman í ein
tilburð.
í kvæðinum vilja Vestmarssynir hava
hevnd, og avtalað verður, at dysturin eftir
ynski Eiriks skal fara fram úti á ísinum á
firðinum, har Eirikur og Rollar vinna. Kvæðið
ger nógv burtur úr at lýsa, hvussu líkini skulu
søkkjast inn undir ísin á firðinum (ør. 91-92,
121), men søgan sigur einki um tað. Har líkini
eru søkt, verður eitt minnismerki sett upp
við reyðari rúnaskrift (ør. 131). Eirikur sigur
Fróða kongi, at Rollar og hann hava beint fyri
skálkunum og latið eygu hansara upp (ør.
103-106), men tað er herskin biti hjá kongi at
svølgja, og vóru tað ikki veðurlíkindini (ør.
133), sum forðaðu teimum at fara, hevði
hann viljað havt teir at farið. Hann letur teir
kortini verða verandi, skilst í seinasta ørindi:
So Vevro toir ui Kongaborg
Kjempenar frá Nori
Kátir fire uttan Sorg
Evto vi Kongjins Bori. -
ør. 134
Eirikur og Rollar tæna við øðrum orðum
Fróða kongi, og báðar ætlanir teirra við
ferðini eru loknar.
í søguni hjá Saxo eru fleiri tilburðir aftur-
at, har Fróði kongur roynir at beina fyri Eiriki.
At enda mælir Gunnvør Eiriki til, at tey
flýggja saman. Fyrst ger Eirikur skipini hjá
Fróða ónýtilig og leggur seg síðani við sínum
skipi stutt frá landi. Tá ið Fróði vil sigla aftan
á Eiriki, søkka skip hansara, og hann fær úr at
gera at bjarga sær sjálvum. Eirikur og Rollar
leypa óttaleysir á sjógv og svimja til skipini
fyri at hjálpa kongi: teir fáa í hárið á honum
og hála hann upp. Av tí at Fróði kongur held-
ur seg hava lútað fyri minni mætum manni
er so lítið um hann, at hann vil beina fyri sær.
Men Eirikur fær snildisliga talað hann frá tí.
Nústani blíðkast Fróði í søguni hjá Saxo,
trúlovar systur sína Gunnvør og Eirik og
gevur honum ein landspart at ráða yvir. Fróði
vil ikki vita av Hánundu drotning og vil í stað-
in fáa sær eina dóttur Geyta, norska kongin,
sum Eirikur og Rollar eru sendimenn hjá.
Eftir hetta heldur søgan fram og lýsir
Fróða sum ein sera dugnaligan, klókan og
friðarelskandi kong. Hann legði fleiri lond
undir seg - m.a. írland - fekk frið í lag í land-
inum, góð kor og rættvísi og kallaðist tí Frode
Fredegod. Fróði vildi serliga beina fyri stuldri
og ráni; tí hongdi hann ein tungan armring
upp við ein alfaraveg í Jyllandi, og hóast hann
var lætt atkomuligur, tók eingin ringin av
ótta fyri revsingini. Einaferð varð ringurin
kortini tikin, men mamma tjóvin umskapaði
seg til eina sjókúgv og stútaði kong, so hann
doyði. Av tí at fólkið hevði óttast fyri, at tað
fór at ganga illa í landinum, tá ið Fróði doyði,
var líkið balsamerað og sett á ein vogn, sum
koyrdi gjøgnum landið fyri at vissa fólk um,
at kongur framvegis hevði ræðið. Ikki fyrr