Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2008, Síða 144
142
Hjalmar P. Petersen
eina innari málbroyting, har mann hevur havt eitt nú ikki fara inn aftur
Her stendur -a í fara framman fyri einum sjálvljóði, og tað kann
vera, at tað júst í hesum umhvorvinum dettur burtur: ikki fara inn >
ikki far inn, sbr. domið (6a) niðanfyri. Ein annar moguleiki er, at tann
noktandi boðshátturin er eitt domi um málreplikatión, soleiðis, sum
henda verður fatað av Heine og Kuteva (2005). Talan er tá um replik-
atión av enskum, eitt nú: don't go\, har sum noktanin stendur fram-
manfyri hovuðssagnorðið. Hetta hendir serliga hjá ungfólki, t.e., hjá
teimum, sum brúka meira enskt í gerandisdegnum.
Greinarstubbin1 er bygdur upp soleiðis, at tað fyrst verður sagt
nakað um arbeiðsháttin, síðani verða nokur domir logd fram og úr-
slitið av kanningunum, og til endans verður eitt sindur sagt um ein ella
fleiri moguligar upprunar.
2. Arbeiðsháttur
Ætlanin er at svara spuminginum um, hvussu útbreiddur tann nýggi,
noktandi rótarboðshátturin er í foroyskum. Her gjordi eg eina kanning
í studentaskúlanum í Hoydolum í mars 2008. Næmingamir vóm mill-
um 17 og 21 ár. Eg spurdi næmingamar ymiskar setningar. Millum
teirra vóru hesir:
(5)a. Ikki tak floskumar, sum standa á borðinum!
b. Ikki taka floskumar, sum standa á borðinum!
c. Tak ikki floskumar, sum standa á borðinum!
(5a) er domi við rótarboðshátti, (5b) er noktan + navnháttur, sbr.
(2a,b), og (5c) er tann vanligi boðshátturin í foroyskum. Úrslitið av
hesari kanningini verður víst í kapittul 3. Aftur at hesum verður
úrslitið, sum er knýtt at teirri íslendsku verkætlanini Tilbrigði í setn-
ingagerð, víst. Henda kanningin fevnir um 241 heimildarfólk, og varð
hon gjord á vári 2006. Heimildarfólkini koma frá ymiskum aldurs-
bólkum og seks ymiskum okjum í Foroyum. Tað vóm Victoria
1 Eg takki tveimum metarum og ritstjóranum íyri viðmerkingar til eina eldru
útgávu av hesum greinastubbanum.