Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2008, Síða 146
144
Hjalmar P. Petersen
c. Ikki gev barnunum karakter innan 8. flokk, men...
(14.05.06, www.olifant.fo/planet/, heintað: 04.12.08)
d. Tað ljóðar, sum hendan gentan hevur góðar viðkonur, men ikki
gev henni ringa samvitsku, um hon ikki heldur...
(11.06.05, www.kvinna.fo, heintað: 04.12.08)
e. Tað veit jeg ikki, havi ikki spurt um tað. Bíða, ikki sel beinan
vegin, um onkur bjóðar 1000 kr, tí hann er maks verdur 6000.
(22.07.08, www.keyp.fo/ShowCar, heintað: 04.12.08)
f. Míni bestu ráð: pápi mín segði: “tá tú fært tær eina konu. IKKI
keyp eit[t] spegl inn í húsið!” (deiligt ráð)
(24.06.03, www.uf.fo/forum/joumal, heintað: 04.12.08)
Legg her merki til (6a), har skrivarin hevur ikki far og... og ikki taka
sórit og ikki sig at..., t.e. noktandi rótarboðshátt har eftirfylgjandi
orðið byrjar við einum sjálvljóði, og navnhátt, har eftirfylgjandi orð
byrjar við einum hjáljóði. Talan kann sostatt uppmnaliga vera eitt
sandhifyribrigdi.3
í mars í 2008 gjordi eg eina kanning á Foroya Studentaskúla og
HF-skeiði í Tórshavn. Her fíngu næmingarnir ymiskar setningar,
sum teir skuldu meta um, og millum setningamar vóru noktandi
boðsháttur og noktan + navnháttur. Talan er um 34 næmingar. Tey
vóm í aldrinum millum 17 og 21, og úrslitið er sett upp í mynd 1
niðanfyri. Tolini undir stabbunum standa fyri ymiskum valmogu-
leikum, sum tey fíngu. (1) = setningurin er grammatiskur; (2) setn-
ingurin er grammatiskur, men eg hevði ikki brúkt hann sjálv(ur); (3)
setningurin er ivasamur; og (4) setningurin er fullkomiliga ógramma-
tiskur.
Sum sæst, so verða noktan + navnháttur og vanligur boðsháttur +
noktan góðtikin av teimum spurdu, meðan noktandi rótarboðsháttur
ikki er eins væl umboðað, hóast tolini vísa, at noktandi rótarboðshátt-
ur ikki er ógrammatiskur hjá næmingunum.
3 Sandhi er eitt sanskritorð, og verður í málvísindum brúkt serliga um tað, sunt
hendir ímillum orð (morfemmork). í foroyskum sæst tað m.a., tá mann sigur vil f‘ira
ikki sum vit far ikki, har -a fellur burtur.