Málfregnir - 01.12.2001, Síða 43
JÓGVAN í LON JACOBSEN
Hugburður til fbroysk yrkisorð
Endamálið við hesi grein er at siga eitt sind-
ur um hugburð f0royinga til f0roysk yrkis-
orð og um yrkisorðafr0ði yvirh0vur. Grund-
arlagið undir greinini er ein fyrilestur, sum
varð hildin á Nordterm fundi í Tusby í Finn-
landi í juni 2001. Tó er brotið um geometri-
orðini hjá Rasmusi Rasmussen nýskrivað,
og greinin er nakað umskrivað í st0ðum.
íblásturin til fyrilesturin er frá míni undir-
vísing í orðabókafróði og yrkisorðafr0ði
fyri studentum á h0vuðsgreinarlestri á F0r-
oyamálsdeildini við Fróðskaparsetur Foroya
2000-2001.
I ráðstevnuritinum, sum kom út eftir ráð-
stevnuna um yrkisorðafrpði og málrókt,
sum varð hildin í Gentofte í Danmark í
1998, er ein stutt frágreiðing um fóroyskt
yrkisorðaarbeiði. I hesi frágreiðing kemur
tann f0royski hugburðurin týðiliga til sjónd-
ar: tann hugburður, at vit ikki gera mun á
vanligari málr0kt og yrkismálsligari mál-
r0kt. F0royingar halda, at tað er heilt í lagi,
at málnevndin eisini arbeiðir við hesi grein
av málr0ktini, tó uttan at gera sær greitt, at
talan er um tvær heilt ymiskar málsligar
greinir. Tað eru tó ymsar meiningar um,
hvussu ymiskar hesar greinir nú eru, men
reint ást0ðiliga kunnu vit siga, at stórur
munur kann vera á, hvussu yrkisorðafróð-
ingar arbeiða og hvussu almannaorðamál-
r0ktarar arbeiða. í ráðstevnuritinum stendur
soleiðis (Jacobsen 1999:64):
Ca. halvdelen af alle henvendelser fra
publikum til sprognævnet gælder spdrgsmál
om aflpsningsord for udenlandske, typisk
danske eller engelske ord, og heri ligger der
en forventning til sprognævnet om ord-
danning. Dette gælder ikke kun særlig fag-
terminologi, men pá alle sprogets omráder.
Vit eiga sjálvandi ikki at gloyma ta s0guligu
bakgrundina, tá ið vit tala um fproyskt mál.
Heilt frá trúbótini upp til endan á 1800-
árunum var skriftmál fproyinga danskt.
Danskt var eisini umsitingarmálið, kirkju-
málið, rættarmálið, og undirvísingarmálið
var danskt til 1938, tá fproyskt varð javnsett
við danskt. Hámálið var sostatt danskt, og
danskt hevði tign. Samskiftismálið millum
borgaran og tað almenna var danskt. Eingi
fproysk blóð, næstan ongar f0royskar bokur.
Úr sama ráðstevnuriti er hetta brotið
(Jacobsen 1999:64):
Pá den baggrund er det et enormt „termino-
logiarbejde“, som er udl'ort hele dette ár-
hundrede for at udvikle færpsk sprog pá alle
domæner, og som stadig págár i vores dyna-
miske tid, hvor udviklingen foregár i hurtig
takt pá alle samfundsomráder.
Málnevndin fær fyrispumingar um orð og
orðagerð frá 0llum yrkisbólkum: búnaðar-
fróðingum, elektroverkfróðingum, plantu-
frpðingum, djórafrpðingum, havlívfrpðing-
um, sjúkrahúsportprum og 0ðrum sjúkra-
hússtarvsfólki, frá tíðindafólki, edv-for-
ritarum, intemetútbjóðarum, kt-vinnuni,
fjarsamskiftisvinnuni o.s.fr. Og sjálvandi
ikki minst frá tí vanliga borgaranum. Vit
kundu hugsað okkum, at yrkisorðaspum-
ingar kundu verið sendir til yrkisorða-
nevndir, men vit hava ongar slíkar stand-
ardiserandi yrkisorðanevndir. Málnevndin
skal gera alt. Tí kenna vit okkum í mál-
nevndini ofta í trongum skóm, tí vit vita
stutt sagt ikki, hvat er at gera, tá ið slíkir
yrkismálsligir spumingar koma inn. Spyrj-
arin væntar sær eitt greitt svar, sum byggir
á reintungustevnuna, eina fproyska loysn av
vandamálinum, t.e. einahvprja fproyska ný-
43