Málfregnir - 01.12.2001, Qupperneq 43

Málfregnir - 01.12.2001, Qupperneq 43
JÓGVAN í LON JACOBSEN Hugburður til fbroysk yrkisorð Endamálið við hesi grein er at siga eitt sind- ur um hugburð f0royinga til f0roysk yrkis- orð og um yrkisorðafr0ði yvirh0vur. Grund- arlagið undir greinini er ein fyrilestur, sum varð hildin á Nordterm fundi í Tusby í Finn- landi í juni 2001. Tó er brotið um geometri- orðini hjá Rasmusi Rasmussen nýskrivað, og greinin er nakað umskrivað í st0ðum. íblásturin til fyrilesturin er frá míni undir- vísing í orðabókafróði og yrkisorðafr0ði fyri studentum á h0vuðsgreinarlestri á F0r- oyamálsdeildini við Fróðskaparsetur Foroya 2000-2001. I ráðstevnuritinum, sum kom út eftir ráð- stevnuna um yrkisorðafrpði og málrókt, sum varð hildin í Gentofte í Danmark í 1998, er ein stutt frágreiðing um fóroyskt yrkisorðaarbeiði. I hesi frágreiðing kemur tann f0royski hugburðurin týðiliga til sjónd- ar: tann hugburður, at vit ikki gera mun á vanligari málr0kt og yrkismálsligari mál- r0kt. F0royingar halda, at tað er heilt í lagi, at málnevndin eisini arbeiðir við hesi grein av málr0ktini, tó uttan at gera sær greitt, at talan er um tvær heilt ymiskar málsligar greinir. Tað eru tó ymsar meiningar um, hvussu ymiskar hesar greinir nú eru, men reint ást0ðiliga kunnu vit siga, at stórur munur kann vera á, hvussu yrkisorðafróð- ingar arbeiða og hvussu almannaorðamál- r0ktarar arbeiða. í ráðstevnuritinum stendur soleiðis (Jacobsen 1999:64): Ca. halvdelen af alle henvendelser fra publikum til sprognævnet gælder spdrgsmál om aflpsningsord for udenlandske, typisk danske eller engelske ord, og heri ligger der en forventning til sprognævnet om ord- danning. Dette gælder ikke kun særlig fag- terminologi, men pá alle sprogets omráder. Vit eiga sjálvandi ikki at gloyma ta s0guligu bakgrundina, tá ið vit tala um fproyskt mál. Heilt frá trúbótini upp til endan á 1800- árunum var skriftmál fproyinga danskt. Danskt var eisini umsitingarmálið, kirkju- málið, rættarmálið, og undirvísingarmálið var danskt til 1938, tá fproyskt varð javnsett við danskt. Hámálið var sostatt danskt, og danskt hevði tign. Samskiftismálið millum borgaran og tað almenna var danskt. Eingi fproysk blóð, næstan ongar f0royskar bokur. Úr sama ráðstevnuriti er hetta brotið (Jacobsen 1999:64): Pá den baggrund er det et enormt „termino- logiarbejde“, som er udl'ort hele dette ár- hundrede for at udvikle færpsk sprog pá alle domæner, og som stadig págár i vores dyna- miske tid, hvor udviklingen foregár i hurtig takt pá alle samfundsomráder. Málnevndin fær fyrispumingar um orð og orðagerð frá 0llum yrkisbólkum: búnaðar- fróðingum, elektroverkfróðingum, plantu- frpðingum, djórafrpðingum, havlívfrpðing- um, sjúkrahúsportprum og 0ðrum sjúkra- hússtarvsfólki, frá tíðindafólki, edv-for- ritarum, intemetútbjóðarum, kt-vinnuni, fjarsamskiftisvinnuni o.s.fr. Og sjálvandi ikki minst frá tí vanliga borgaranum. Vit kundu hugsað okkum, at yrkisorðaspum- ingar kundu verið sendir til yrkisorða- nevndir, men vit hava ongar slíkar stand- ardiserandi yrkisorðanevndir. Málnevndin skal gera alt. Tí kenna vit okkum í mál- nevndini ofta í trongum skóm, tí vit vita stutt sagt ikki, hvat er at gera, tá ið slíkir yrkismálsligir spumingar koma inn. Spyrj- arin væntar sær eitt greitt svar, sum byggir á reintungustevnuna, eina fproyska loysn av vandamálinum, t.e. einahvprja fproyska ný- 43

x

Málfregnir

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Málfregnir
https://timarit.is/publication/1146

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.