Dúgvan - 01.03.1941, Síða 12
12
DÚGVAN
Fyri at koma undóminum á gongd, fyri at stimbra og
leiðbeina ungdómin og menna hann, so hann á manndómsins
degi kann vera fullbúgvin andaliga og mentannarliga, hava
ymisk ungmannafeløg verið stovnað. Hesi feløg hava bæði
verið kristilig og tjóðskaparlig. Og her hava verið íbirt feløg
fyri ungar kvinnur og feløg fyri ungar menn. Mong eru tey
ið tilkomin eru, ið eiga mong góð minni frá teirri tíðini, ið
tey sum ung stóðu í hesum feløgum, men summi tykjast
heilt at hava sveittað tað burt. Og tað er her ið bágin er.
Tað ræður ikki bert um at sleppa sær sjálvum turrskøddum
upp á lanđ, tað ræður so sanniliga eisini um at ansa eftir,
at tey ið aftaná eru eisini verða bjargað.
Tað er so mangt óhent og skaðiligt, ið eins og nykurin,
bæði á ein og annan hátt dregur tey ungu til sín. Tí mega
øll vakin eldru fólk vera á vakt, og tað altíð. 011, ið til-
komin eru, eiga at lívga og fjálga um arbeiðið millum okkara
ungdóm, so tað kann verða til đugnað fyri land og samfelag
okkara.
Fyri rúmum fýra árum síðani, tók good-templara reglan
upp starvið millum ungdómin. Tá vórðu íbirtar ungmanna-
deildir, fyri at búgva ungdómin til arbeiðis fyri fráhalds-
málinum. Hesar ungmannadeilđir hava verið hini føroysku
good-templara regluni ein hollur stuðul. Og øll tey, ið koma
á fund har ið hesin ungdómur er komin á gongđ, og leggja
til merkis hvussu eldhugaður hann er til arbeiðis, mega
ásanna, at hann í đag ber høvuðstjmgdina av allari byrðuni.
Úti um landið, har good-templarar starvast, gongur tað sjón
fyri søgn, at N.I.O.G.T. er í varðveitslu hjá okkara ungdómi.
Og lat tað verða okkum øllum í huga, at tað samfelagsmál
og tað hjartamál, ið ungdómurin tekur í sína varðveitslu, tað
dorjr ongantíð. Hin føroyski good-templara ungdómurin er í
góðum samfelagsligum starvi.
Eg skal enda við einari áheitan til tey eldru:
Havið allan hug tykkara fyri ungđóminum. Verið honum
ein stuðul har hann stríður tykkara stríð, og verið honum
hjálpsom við leiðbeining og ráðum, tá ið tit halda hann miss-