Dúgvan - 01.03.1941, Side 16
16
DÚGVAN
gjaldast; tann tíðin er burturmist og spilt, og kann ikki
vinnast aftur.
Tá so er statt, eigur at vera ansað eftir, hvussu tíðin
verður nýtt. Tað eigur ikki at verða gloymt, hvat virði ið
liggur í henni, og at hon tessvegna eigur at verða útnyttað
tilfullnar. Millum annað til stríð móti rúsdrekkaóskilinum, til
stríð móti rúsdrekkavandanum, ið leggur sína køldu drepandi
hond á mangt eitt menniskja og mangt eitt heim. Ein vandi,
sum leggur mangt heimið oyði, har fyrr var fjálgt og hugna-
ligt, har maður og kona saman við børnum livdi í friði og
kærleika hvørt til annað og til heimið.
Vit vita, at kong Alkohol er ikki eymur av sær. Hann
spyr ikki, hvussu viðurskiftini eru, har hann kemur inn. Nei,
minni enn so, hann kennir seg best hýrdan, tá hann fær
høvi at elva stríð og klandur, inni sum úti: — millum mann og
konu, pápa og son, millum brøður, vinir og grannar.
At halda henda fíggindan burtur, er endamálið hjá
okkum fráhaldsfólkum, og er at vóna, at fleiri og fleiri vilja
ganga saman við okkum, ganga uppí tað liðið, sum við ídni
og áræði virkar og framvegis vil virka fyri at beina rús-
drekka burturúr Føroyum. Ungdómurin eigur at skilja, at lietta
er hin einasta holla leiðin, um ættin skal verða før at taka
móti tí, sum framtíðin hevur at bjóða.
Vit vita ikki, hvussu viðurskiftini verða í Føroym vegna
tí ófriði, sum nú er uttanum okkum; men eitt vita vit, at er
tað eitt^ fólk, sum býr og byggir her, sum er fráhaldandi, er
tað betur enn nakað annað ført at taka móti teim hørðu
korum, sum ófriðurin kann koma at veita.
Lat okkum tí taka lógvatak, standa saman og halđa
áfram í hernaðinum móti rúsđrekkaóskilinum, heimsins størsta
fígginda, og ikki gevast, fyrr enn sigur er vunnin og Før-
oyar reinskaðar fyri rusdrekka.
Tá kunna vit sum skaldið siga: