Dúgvan - 01.03.1941, Page 24
24
DÚGVAN
tær beru fjalar á bróstinum, har ein lampa hekk. Jákup
hugsaði so við sær, at best mundi vera at bíða til dagur
kom, og so kannað hetta bróstið meira gjølla. Hann legði
seg so aftur. Men illa bar til at sova hesa náttina, tí hann
hvakk við í hvørjum vindblaki ið hoyrđist uttanfyri.
Um đagin fór so Jákup at granska stovubróstið, har ið
lampan hekk. Men bróstið vísti seg at vera heilt tætt, og
hinumegin var ein myrkur kovi, og har var heldur einki at
síggja. Hann segði ongum frá, hvussu sær hevði gingist
hina fyrstu náttina á Bakkanum.
Jákup Fjall bíðaði í tolni, til miðnáttin aftur kom og
klokkan fylti 12. Knappliga hoyrdi hann alt hetta óhugnaliga
aftur, ið kom eftir gólvinum og dróg beinini eftir sær. Hann
hoyrdi hitt sama tutlið og hoyrdi lampuna verða tendraða.
Hann skundaði sær á føtur, læt dyrnar upp, men sá einki í
myrkrinum, uttan hina somu hvítu hondina, ið peikaði á
bróstinum. Jákup var ikki so bangin longur. Hann fór aftur
og legði seg, og vaknaði ikki fyrr enn sólin skein bæði
oman og niðan.
Nú setti Jákup sær fyri, at hann skulđi hava greiðu á
hvaðani hesin ófriður kom. Hann grannskaði stovubróstið av
nýggjum, men kundi ikki síggja nakað, ið ikki var sum tað
átti. Fjalirnar vóru eitt sinđur gisnaðar, og pløðingarnar
gálvaðu, breiðar og fullar av støvi, beint í móti honum. So
tók hann ein gamlan stól, og steig upp á hann, fyri at røkka
upp til lampuna, ið hekk helđur høgt uppi. Hetta var ein
veggjalampa, og hon var næstan upp tærd av rusti og lampu-
glasið var skitið og fult av støvi. Men annars var hon sum
aðrar lampur. Hann skuldi so stíga niður av stólinum, men
var áhalsin og treiv í lampuna fyri ikki at detta — og tá
hendi nakað. Bróstið gav seg eitt sindur undan, og knapp-
liga gleppur ein hurð upp, har ið hann hevði hugsað at heilt
var. Hurðin hevði verið væl fjald, tí eingin hevði duga at
rakt við hana. Innanfyri var eitt stórt skáp. Her var tvinn-
anda bróst, og tað hevði Jákup ikki vart. Hann hugdi inn í
skápið, og á gólvinum lógu nøkur fúgvin klædnapløgg, —