Dúgvan - 01.06.1941, Page 1

Dúgvan - 01.06.1941, Page 1
NR. 2. J U N 1 194 1 1. ÁRG. SUMMARIÐ er komið, ja, meira enn tað, tí sólin er farin um hægsta stig — og longsti dagur er farin uin hurðarbak. Men summar hava vit enn, og vit vóna at veður- lag og sólarlag má artað seg sum tað á sumri seg høvur, til gleði fyri alt ið livir og andar. Lít í kring teg og sjá! Lomvigagarðarnir strúka við miklari ferð gjøgnum loftið, og lundaringurin trunkar seg um urðar og bakkar. Teistin svimur á sundum og æðurnar floyta sær fram við tangar og sker — og steinkobbin dúrar á flesjum. Landið er grønt undan ennisrók og í sævarklett, og „havið, troytt av at berjast við teg, við tínar strendur hvílur seg“. Her er vakurt í okkara lítla oyggjalandi, tá ið sólin skínur oman og niðan og heiðafuglurin letur sítt fagnaðar- ljóð í tí lyngskrýdda summarbúnaða haga. Her er vakurt í urð og við bakka, har ið lomviga og lundi heldur til, og her er vakurt við sævarmála, tá ið tað stendur við klettin og æða og teisti bóltra sær skamt frá lanđi. Her er vakurt í haga og í bø, har ið summarđáar skrýða vøll og sóljur randa veitir og gil. Her er altíð vakurt, men ongantíð vakrari enn um summarið. Latum okkum vera góð við hetta land, ið goymir so nógvan og fjølbroyttan vakurleika, úr ovasta tindi og í sævarklett, í summarsins dýrd og hátíðarfriði: Ja, Gud signi Føroyar, mítt land!

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.