Dúgvan - 01.06.1941, Blaðsíða 6
38
DÚGVAN
sáran sviða. Bringa hansara rørdist, eins og var hann móður
av harðari gongd.
Nú starir hann at tinnuni, og hon vekir minnir í honum,
sum hann ikki vil minnast, men sum tó koma fram fyri hann.
Her hava tey mangan staðið, hann og hon. Tá vóru
tey tvey, nú er hann einsamallur. Tá var hann glaður — nú
er hann sorgartungur.
Og tey høvdu tosað saman um tinnuna, og hann hevði
iovað henni, at hann skulđi høgga hana út og so skulđi hon
fáa ein ring við tinnuni í. Tey høvdu eisini tosað um hvussu
henda vakra tinna var komin inn í steinin, og hann hevði
greitt henni frá hvussu jørðin einaferð var gløðanđi, og
hvussu hon síðani storknaði. Tinnan varð altíð standandi,
tí tey høvdu so nógv annað at hugsa og tosa um. Men
hvørja ferð tey komu tvørtur við har, so steðgaðu tey —
og hugđu at tinnuni. Hon var vorðin teimum eins og eitt
tekin uppá tann ósvíkiliga trúskap ið var teirra millum. Tá
hevði liann verið eydnuríkur. Tá hevði hann kent sælu í at
tala við hana ið hann var góður við, og tey bæði kundu
hugtikin sita og tala sínamilium um ein so týdningarleysan
lut sum eina tinnu. Hetta kunđu bert tvey gera, ið vóru
góð við hvørt annað.
Tinnan var standandi — men trúskapur teirra slitnaði.
Hann mintist ikki hví, men tað var farið at dragna teirra
millum, og so eitt kvøldið hevði hon fingið sær ein annan
at fylgjast við. Hann suffaði tungliga. Tinnan tóktist honum
nú at vera eins og eitt ilt svart eyga, ið háðandi minnti
hann á brostnar vónir. Ja, hann hevði vóna, at hon aftur
fór at vera hansara, men vónir bresta so mangan, og soleiðis
eisini hjá honum.
Hann vendi sær aftur ímóti havinum, legði armarnar á
bakkan og andlitið oman á armarnar.
Hann stóð soleiðis eina langa tíð. Hann kendi seg
kaldan og tað var eins og kuldin trongdi seg ígjøgnum alt
líka inn at sálini, — hann var einsamallur og kalđur.
Hitt kalda lotið streyk inn úr havinum, og havið tutlaði