Dúgvan - 01.06.1941, Side 11

Dúgvan - 01.06.1941, Side 11
HIN TVÍMASTRAÐA O G MARKN AÐURIN Eftir M. S. Viðstein. Skipini lógu við bryggjuna og flaggaðu. Tey vóru mong, og summi vóru smá og onnur stór. Tey smáu vóru tví- mastrað og tey stóru trýmastrað. 011 skipini høvdu verið á ferð. Nøkur vóru beint afturkomin frá útheiminuin, summi vóru komin undan íslandi og onnur høvdu nú dvalt so leingi heima, at tey nú skulđu avstað aftur. Hesi høvdu fingið nýggja útgerð umborð — og lógu bert og bíðaðu eftir siglingarboðum. Eitt lítið tvímastrað, svart á liti við hvítari rond, lá innast við bryggjuna. Teir vóru 6 manns við hesum skipi, og teir skuldu til útheimin við fiski. Teir høvdu gjørt tvær ferðir fyrr, hin fyrra ferðin eydnaðist ilia, men hin seinna hevði givið so væl í úrtøku, at aftur var bjargað tað ið hin fyrra ferðin hevði givið í undirskot. Fletta skipið lá eisini og flaggaði. Og teir høvdu fingið siglingarboð, men enn væntaðu tveir menn ið vóru heima og ferðaðust. Teir skuldu koma við stranđferðaskipinum seinrapartin á degi. Skiparin gekk aftur og fram eftir dekkinum, og viðhvørt hugđi hann út um tangan og viðhvørt inn á lanđ. Hann tyktist at ótolnast. Og tá ið ein trýmastrað legði frá landi úti við tangan fuku illbønirnar frá honum, fyrst lágmæltar og síðani harðmæltar, at fólk ið gekk uppi á bryggjuni ógvaðist við. Kokkurin kom upp úr lugarinum, at vita hvat ið var á vási, tí hann hevði aldri fyrr hoyrt skiparan í slíkum lagi.

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.