Dúgvan - 01.06.1941, Qupperneq 21

Dúgvan - 01.06.1941, Qupperneq 21
DÚGVAN 63 at tað kemur ongum nakað við, hvussu sjómenninir nýta tann peuing, sum teir vinna sær við lívinum í veð. Men vit mega halda og vit vita, at hetta er ein samfelagsspurningur, sum hvør rætthugsandi Føroyingur eigur at geva gætur. Tí hvørt vit eru fráhalđsfólk, ella limir í øðrum føroyskum feløgum ella uttanfelagsfólk, so mega vit aldri gloyma at EIN LÍTIL TJÓÐ EFÍ ALTÍÐ í VANDA! Eingin hevur nakrar grundir at óttast, ið stríðist fyri einum góðum og rættvísum endamáli. Eingin hevur nakran rætt til at óttast fyri at vera uppi í góðum samfelagsstarvi, hvussu so mótstøðan enn hópar seg upp. Væl kann tað vera, at ein sjálvur ikki sær sigursdagin rísa úr havi, inen at liann rísir, er líka-so álítandi, sum at jólađagur kemur aftan á jólaaftan. Ein góð gerð er ódeyðulig av teirri signing og rættvísi, ið hon letur eftir sær, og eingin megi í heiminum kann tama hennara sigursferð.

x

Dúgvan

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.