Dúgvan - 01.06.1941, Page 23

Dúgvan - 01.06.1941, Page 23
DÚGVAN 55 templara losjurnar arbeiða á einum tryggum kristiligum grundarlag, men funđarskipanin er so fræls og so frí, at øll kunnu gerast limir, hvussu enn teirra religiøsa ella politiska áskoðan er. Men hóast hetta trygga kristiliga grunđarlag og hóast sína frælsu funđarskipan, so fingu good-templara losjur- nar skjótt andstreym á seg — og ógvuliga harðan andstreym. Tá ið losjurnar byrjaðu sítt arbeiði, ið er sett á so trygga grund sum tað kann — tí losjuarbeiðið er so religiøst sum væl vera kann — var tað altíð vituligt, at mótstøða vilđi koma frá teimum, ið ikki hildu av fráhaldsarbeiðinum; inen tá ið mong sum skulđu víst seg at hava áhuga fyri fráhaldsarbeiðinum, í royndum gjørdu tað torført hjá losju- num at arbeiða, ja so er hetta okkuin losjufólkuin heilt ófatiligt. Soleiðis sum limirnir eru í einari losju, soleiðis verður losjan. Eingin kann krevja av fólki, ið vanliga ikki tekur tátt í religiøsum starvi, at tey skulu standa fram og halda religiøsar røður. Tí er tað av stórum týđningi fyri arbeiðið, at eisini kristiliga vaknir limir eru í einari losju. Tá ið ein losja er komin á gongd og vísir seg at hava allar góðar atstøður til at ganga væl og gagna bygdini í allar mátar, tá er at ansa væl eftir, hvussu farið verður av stað, so at ikki øll tyngdin verður at liggja á iiøkrum fáum herð- um. 011 mega vita, at tað ikki er líka lætt hjá øllum at fáa unđirhald til vegar, ella at fáa í lag eitthvørt annað innan- fyri eina losju fyri at fremja arbeiði og styðja samanhalđið. Tað er tíverri soleiðis, at mangan verður tað sum við her- monnunum hjá Tordenskjolđ á sinni, at tey somu aftur og aftur mega taka sær av øllum, ið skal fáast til vegar sam- bært seinasta mál á funđarskránni, ella tað er okkurt annað, ið fáast skal í lag til frama fyri losjuna og fráhalđsarbeiðið. Tað skal røkiskapur til, bæði á ein og annan hátt, fyri at halda eina góða losju gangandi — og ein góð losja er altíð ein góð miðstøð fyri ungdómsarbeiðið í einari bygd. Ein skuldi trúð, at tey ið eru religiøst hugað, royndu at styðja eina fráhalđslosju, ið byrjar sítt arbeiði í einari

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.