Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 4

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 4
68 DÚGVAN so mong, bæði elđri og yngri, hildið seg burtur frá, og ein stór atvold til tess er tað fjant og fjas, sum so nógv verður bjóðað á Olavsøku. Her er rúsdrekka tann stóri bágin. Ólavsøkuaftan koma ungmenni — og elđri við — saman, og so verður at leita eftir hesum herviliga løgi. So verður drukkið og dansað langt út á náttina, og gloymt verður so at fara í kirkju Ólavsøkumorgun til tað besta, ið Ólavsøkan hevur at bjóða. Kann tað ikki fáast ílag at læra okkara fólk til at halđa hátíð uttan at fylla seg við brennivíni og øðrum rúsdrekka? Tað er gott at ídráttir fara fram, og ut kappingar verða hildnar á ymsan hátt. Men heldur ikki her kann rúsdrekka haldast uttanfyri. Tó at allir rættir ídráttarmønn, íđráttar- leiðarar vita, at har sum ídráttir og fimleikir skulu fara fram, har eigir og má rúsdrekka vera bannlýst; ídráttarmenn mega fram um alt vera fríir fyri rúsdrekka. Og kortini hoyrir ein javnan sagt nakað soleiðis: „Hvat skal tað annað vera, teir vóru fullir ígjárkvøldið!“ Iíetta er karakterloysi og ósømuligt. ídrátturin skuldi júst verið havdur fyri til uppvenjan og styrkjan av karakterinum. Løgting okkara átti at komið saman Ólavsøkudag, og so roynt at lagt so til rættis, at hesin okkara minnisđagur kundi farið frarn sámiliga og virðiliga fyri okkara fólk og lanđ. Hetta má kunna fáast í lag, um okkara besta fólk sameinast um hesa uppgávu. Hví skal okkara fóllc ikki kunna koma saman til gleðis- veitslu, til gaman og álvara, uttan at brentdvíni skal vera við í leikinum ? Hetta er ein gamalur ósiður, sum eigur at vera avlagdur sum skjótast. Men lat okkum halda uppi teir góðu gomlu siðir — teir eiga ikki at vera burturlagdir.

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.