Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 23

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 23
Á STUTTUM BÁRUM ©/§) ©/©©/©©/§)©/§)(§/§) ©/©(§/© ©/§)©/© ©/©©/§)©/©©/§) líárutíðindi eru fostur nýtímans. Tíðindini verða send á ymiskum bárum, á samsvarandi stigum. A longum bárum er vaniiga tílíkt óljóð, at tað er ikki at bjóða til at skilja tíðindi, ið har verða send. A miðal bárum verða tíðindi frá bardøgum send á mongum ymiskum tungumálum so leingi oyrini orka at lurta eftir og meira aftrat. Tað er tí ikki óvanligt, at hann ella hon, ið er við hornið á teimum ymisku útvarpsstøðunum boða frá skilatíðindum á stuttum bárum. Og tá ið einki óljóð er her, ella eingin er at órógva her, so hava vit kosið okkum hesar stuttu bárurnar. Logmannsdótturin á kirkjugólvinum í Havn. Meðan Emil Rode var prestur í Suðurstreymoy og Chr. Bærent- sen var løgmaður og amtmaður í F'øroyum fór henda hending fram í Havnar kirkju: Tað varð liildin konfirmasjón, og presturin (Rode) bar ymiskar spurningar fram fyri tey ungu, ið nú skuldu konfir- merast. Sum tá var siður, vórðu børnini spurd beinleiðis hvørt sær og ikki øll í senn sum mest verður nýtt nú. Millum Rode, prest, og dóttur amtmann Bærentsen, iøgmann, skiftist hesi orð: Presturin: „Hvat er syndarligasta sjón ein kann síggja?“ Løgmannsdótturin: „Ein drukkin maður!“ Presturin: „Og hvat er verri?“ Løgmannsdótturin: „Ein drukkin kvinna!“ Tað er eingin, ið ivast í at løgmannsdótturin hevði rætt. Men fáur man hava hugsað nógmikið um, hvat ið upp aftur verri er, nevnliga: Ein drukkin skúlalærari!

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.