Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 7

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 7
Á UNGMANNASTEVNU í EINARI ÓNDARI TÍÐ Eftir Jákup Emil Hansen, Lorvík. Roða hildin á Frákalds-Ungmannastevnuni við Norðskála sunnudagin 13. juli 1941. Tað er latið upp til mín at siga nøkur orð her í dag, á ókunnugstað og millum ókunnugfólk. Tað er óivað suin tað skal, at tað á hesum fundi eru ungir røðarar, tá hetta er ein ungmannastevna. Henda stóra mannamúgva, ið her er samankomin við Norðskála í dag, lýsir av ungdómi og gleði. Ilesin ungdómur, ið her er samlaður, kemur úr ymiskum bygdum og er uppvaksin undir ymiskum korum. Her er ung- dómur, ið er uppvaksin við flóðkyrrar víkir og ungdómur uppvaksin við harðastu streymfirðar í Føroyum, og her er ungdómur úr lognarvágum og ungdómur úr ringastu brim- støðum. Vit sum eru ung í đag og vita, hvussu mangur ein ung- linguriu letur lívið fyri heim og fosturiand sítt í hesi óndu tíð, mega vera glað fyri at okkara ungdómur ikki hevur verið noyddur at farið í kríggj, iiar kanónir og spreingiknøttar og onnur nútímans amboð verða nýtt til at skapa neyð og vesældóm. Men hevur ungdómur okkara ikki herskyldu og noyðist hann ikki at fara í kríggj, so hava vit kortini ein felags fígginđa at berjast ímóti: Tað er rúsdrekka! Vit liva í einari tíð, hvar rúsdrekka fløðir inn yvir iand okkara, og vit vita at tað verður strevað eftir at fáa rúsdrekka innafturført suin handilsvara í Føroyum. Tí ræður tað um, at vit fráhaldsfólk

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.