Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 24

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 24
88 DÚGVÁN Hin gamla tíðin svann og alt er vorðið nýtt. Tað var í teirri góðu gomlu tíðini, tá ið summi drukku seg rík og mongdin drakk alt sítt burtur, og viðhvørt seg sjálvan eisini. Tá skrivaði ein kendur Føroyingur í einum av teimum før- oysku bløðunum, um hvussu væl ið summi dugdi at drekka seg upp eftir, meðan ein fyri og annar eftir drakk seg niður eftir. Suin dømi beindi hann lesarum sínum at hyggja hvussu teir vóru farnir at byggja uppá og skoyta uppí eystan fyri Tinghúsvegin. -Jú, jú, tað eru summi ið duga at drekka seg upp eftir. Men so koin tíðin, tá ið rúsdrekka heldur ikki mátti seljast eystanfyri Tinghúsvegin. Afturgongdin gjøi'di seg við tað sama galđanđi á ymiskan hátt, og mangar vóru roynd- irnar gjørdar fyri at fáa húsarhaldið at svara seg. Tað sein- asta ið roynt er, er at royna at koma sær aftur í gamlar dagar, tá ið teir drukku seg upp eftir. Og nú hava teir sent umsókn til Løgtingið um at fáa loyvi at keypa brennivín og selja tað víðari til limirnar. Slíkt er siðmenning ið munar, hjá teim útlendsku brennivínsbrennarunum —• men landinum hevur brennivínið ongantíð verið til gagn. Tvørtur í móti. Einaferð, tað er ikki so ógvuliga langt síðani, hendi tað at ein skúlalærari var frásettur embæti sínum tí hann drakk so illa. Eina aðru ferð, var tað ein skúlalærari, ið kom eftir tí at brennivín mátti vera ein ófør hanđilsvøra. Og triðju ferð eru tað fleiri skúlalærarar, ið av øllum alvi arbeiða fyri at fáa íbirt føroyskan brennivinshandil fyri landsins rokning og ávøkstur, og soleiðis fáa landshúsar- haldið at svara seg betur. Skjótt var tað gloymt, at samfelagið -gav sína ávaring um, at drukkin lærari ikki kundi sita við sínum embæti. Ein maður, ið drekkur kann skjótt verða ovdrukkin — og lærarar eru einki unđantak, tíverri. Handil við rúsdrekka er handil við sjúku. Handil við rúsdrekka er handil við fátækrađømi. Handil við rúsdrekka er handil við sinnissjúku. Handil við rúsdrekka er handil við brotsgerðum. Handil við rúsdrekka er handil um deyðan. — Átti ikki Føroya løgtingsmenn at hugsa eitt sindur um hetta, áðrenn teir seta almennan handil við rúsdrekka á stovn í Føroyum? T

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.