Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 18

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 18
82 DÚGVAN Men á heimleiðini var liann so tigandi, sum hann aldri hevði verið tað síðani tey bæði komu saman: Fyri fyrstu ferð, síðani tey giftust, var nú nakað komið teirra millum, ið gjørdi hann tigandí. Um røðuna og frálialdsmálið var ikki tosað meira. # * <c Tíggju ár eru liðin. Tað er so mangt, ið broytist í tíggju ár. í hinum størsta býlinginum í bygdini eru nakrar skirvisligar smáttir trunk- aðar saman, og útsjónd teirra ber boð um at tað er fátækra- mannafólk, ið har býr. f túninum er ein hópur av smáum, hálvnaknum børnum, sum spæla og sláast sín ámillum, alt sum lagi á teimum er. Ut úr einari av hesum smáttunum kom ein illa klødd kvinna, leiðandi eina smágentu á sjey ára aldri. Undir liðuni á Jienni gekk ein drongur, ið kundi vera tvey ár yngri. Henda neyðars kvinna var bleik og følin. Teir smáu reyðu blettirnir á hennara kinnum og hennara ringi hosti vóru syndariig tekin um, at hon lievði bróstsjúku. Tvær konur stanđa og tosa saman í túninum, tá ið hon fer framvið. „Neyðardýr hennara, at hon nú noyðist at fáa studning frá tí almenna,1 segði onnur. „Tað er ein tung gongđ, at fara at biðja um studning, “ helt hin. „Ja, tað er tað. Og tað inest harmiliga er, at rúsdrekka er atvoldin í, at soleiðis er statt.“ „Hon er jú av betri fólki. “ „Ja, tað er hon. Eg kenni hana frá fyrr. Heim teirra var mætasta vælahús í bygdini tá. Men so fór hann at đrekka, og tað vardi ikki leingi til ait fór av skriðini — og tey noyddust frá húsunum. Síðani fluttu tey inn í hesa smáttuna, men sum tíðin leið versnaði við drykkiskapinum iijá honum, og tey gjørdust fátakari í hvørjum".

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.