Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 8

Dúgvan - 01.09.1941, Blaðsíða 8
72 DÚGVAN standa saman og nj'ta okkara felagsskap fj'ri at verja land okkara móti hesum vanlukku vanda. Tað verður reypað av, hvussu nógvar pengar ein brenni- vínshandil vilđi givið til landið. klen tað verður ikki tilslcilað, hvør ið tað verður ið má gjalda hesar pengar, tí hin størsti parturin verður goldin av okkara fátæka fólki. Teir ið veikir eru og ikki eru mentir at siga nei takk til fløskuna, teir sum ikki halđa seg vera nóg sterkar til at ganga í felagsskap við okkum, —• teir skulu gjalda landsins útreiðslur! Men kunnu vit Føroyingar ikki trívast sum tjóð, uttan at lanđsins út- reiðslur skulu gjaldast við tílíkum blóðpeningi, so eru vit đeyðadømđir kortini! Tað er ein lagaligur háttur, at leggja toll á hvørja brennivínsfløsku, ið seld verður í Føroyum. Men brennivín hevur fyrr verið selt sum vanlig handilsvøra her á landi, og mangir eru teir sorgarleikir, ið brenuivínshandilin hevur á síni blóðigu samvitsku. Mangir eru teir bátar, ið ikki komu fram, tí teir ið ferðini ráđdu vóru drukknir og soleiðis ikki vóru teir menn teir skuldu. Brennivínshandilin í Føroyum var atvolđin í at mangir Føroyingar havnaðu við havsins botn. Men sorgin, hon víkti ikki bert at teimum, ið lótu lív sítt á henda hátt, seig niður yvir konur og børn, ið sótu eftir og grótu. Teir sorgarleikir, ið brennivínshandilin hevur veitt Før- oyum fyrr, teir vil einki skilafólk elva framaftur. Vit sum eru ung í dag, vit hava frætt nógmikið til at kunna ætla um, hvussu stórur lanđaskaði tað vildi verið, um brennivínshandil aftur var upplatin í Føroyum. Vit, sum eru fráhaldsfólk í dag, vit vilja gera alt, ið okkara megi loyvir, fyri at byrgja fyri at rúsdrekka ikki verður søluvøra aftur í landinum. Vit vilja gera alt, ið gerast kann, fyri at verja um tey heim, har konur og børn líða av armóð og neyð, tí maðurin er fallin til fløskuna. Vit vilja ikki vera við at lata ein stóran part av okkara heimum upp til tann gullkálvin, ið skal fóðrast av tí peningi, ið brennivíns- handilin skal veita lionum, bert tí at hetta ódýrið verður

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.