Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 1

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 1
Kirkjubøur, Velbastaður og Tórshavn Eftir Karl Gustav Ljunggren. Av teimum trimum nøvnunum Kirkjubø, Velbastað og Tórshavn eru tvey — at vísa seg — lætt at greiða, meðan hitt triðja, Velbastaður, hevur verið heldur torført, hóast royndir hava verið gjørdar at greiða hetta navn. Her verður roynt at seta hesi trý nøvn í samband hvørt við annað eftir nýggjari kanningum viðvíkjandi nøvnum av slagnum Kirkjubøur. I ritgerð, navnborin aKirkjuból*1), hevur Ólafur Lárus* son, professari, viðgjørt navnið Kirkjuból og veit hann frá at siga ikki færri enn 26 íslendskum dømum. Hugsandi er, at hesi nøvn bert vóru so vorðin, tí at hesir garðar einaferð hava verið kirkjuogn, og tað er líkt til at kirkju- ból eisini viðhvørt verður nýtt í somu merking sum kirkju* land. Men Ólafur Lárusson vísir eisini á ógvuliga trúligan hátt, at Kirkjuból sum navn merkir, at har einaferð hevur verið kirkja á garðinum. Og hann heldur eisini, at nøvn< ini munnu vera reiðuliga gomul — frá fyrstu tíð tá kristnin var boðað í landinum. Her styðjar hann seg við frágreið* ingar úr Landnámabók og úr søgu Ólavs Trygvasonar um ein einbýlismann, Ásolf, sum komin var úr írlandi til Is^ >) Árbók hins tslenzka Fornleifafelags 1937—1939 bls. 19 £f.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.