Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 1
Kirkjubøur, Velbastaður
og Tórshavn
Eftir Karl Gustav Ljunggren.
Av teimum trimum nøvnunum Kirkjubø, Velbastað og
Tórshavn eru tvey — at vísa seg — lætt at greiða, meðan
hitt triðja, Velbastaður, hevur verið heldur torført, hóast
royndir hava verið gjørdar at greiða hetta navn. Her verður
roynt at seta hesi trý nøvn í samband hvørt við annað
eftir nýggjari kanningum viðvíkjandi nøvnum av slagnum
Kirkjubøur.
I ritgerð, navnborin aKirkjuból*1), hevur Ólafur Lárus*
son, professari, viðgjørt navnið Kirkjuból og veit hann frá
at siga ikki færri enn 26 íslendskum dømum. Hugsandi
er, at hesi nøvn bert vóru so vorðin, tí at hesir garðar
einaferð hava verið kirkjuogn, og tað er líkt til at kirkju-
ból eisini viðhvørt verður nýtt í somu merking sum kirkju*
land. Men Ólafur Lárusson vísir eisini á ógvuliga trúligan
hátt, at Kirkjuból sum navn merkir, at har einaferð hevur
verið kirkja á garðinum. Og hann heldur eisini, at nøvn<
ini munnu vera reiðuliga gomul — frá fyrstu tíð tá kristnin
var boðað í landinum. Her styðjar hann seg við frágreið*
ingar úr Landnámabók og úr søgu Ólavs Trygvasonar um
ein einbýlismann, Ásolf, sum komin var úr írlandi til Is^
>) Árbók hins tslenzka Fornleifafelags 1937—1939 bls. 19 £f.