Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 2

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 2
8 Kirkjubøur, Velbastaður og Tórshavn lands og hevði sett seg niður á Akranesi, og framvegis verður har eisini sagt frá, at kirkja seinni var bygd har «kofinn» hjá einbýlismanninum stóð. Plássið kom tí at eita Kirkjuból. Landnámadeildin í Hauksbók hevur í staðin Kirkjubólstaðr, ein formur sum annars ikki er til í íslandi, men sum Ó. L. vísir á er kendur í Hetlandi (Kirkabister)') og Orknoyum (Kirbister o. a.) og kanska eisini í einum føri er at hóma í Føroyum: Chr. Matras heldur kanska vera líkt til, at bygdin á Kirkju í Fugloy einaferð hevur itið *Kirkjubólstaðr* 2). Um felagsnevnið kirkjubær er Ó. L. fáorðaður og nevnir bert, at tað altíð í Grágás og aðrastaðni er vant at merkja «kirkjustaður». Eftir øllum brøgdum at døma er tað óavvarandi av kann* ingum Ólafs Lárussonar at Hugh Marwick doktari í verki sínum «Orkney Farm Names» 1952 bls. 233 f. er farin undir at greiða tey tíggju KirbisterjKirbuster<Kirkjuból- staðr, sum eru í Orknoyggjunum. Nær um allir eru vala* garðar, og Marwick heldur, at teir av skattaviðurskiftunum at skilja o. t. mugu vera úr tíðini undan Haraldi Hárfagra." Tá vóru Orknoyggjar enn heidnar; tær vóru ikki kristm aðar fyrr enn um leið 995 av Ólavi Tryggvasyni. Eisini Marwick vísir á hina beint nú nevndu frágreiðingina í Landnámabók um Ásolf einbýlismann sum, ið hvussu er óbeinleiðis, var orsøk til navnið Kirkjuból/Kirkjubólstaðr á Akranesi. Hann leggur aftrat eina næstan samsvarandi viðmerking um annan kristnan útflytara til íslands, Ketil in fíflska, sum kom úr Suðuroyggjum (Hebridunum) og festi búgv í Vestur=Skaptafells sýslu á einum stað, sum síðan var kallað Kirkjubær. Samsvarandi Marwick er líkt til at Kirhister=navnið á Orknoyum hevur sama uppruna — at nøvnini av hasum slagnum eru so nógv kann komast av tí, at Orknoyggjarnar vóru so nær kristnari trúboðstøð. 9 J. Jakobsen, Shetlandsøernes Stednavne bls. 80 (Aarb. f. nord. Oldkynd. 1901). 2) Chr. Matras, Stednavne paa de færøske Norðuroyar bls. 15.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.