Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 2
8
Kirkjubøur, Velbastaður og Tórshavn
lands og hevði sett seg niður á Akranesi, og framvegis
verður har eisini sagt frá, at kirkja seinni var bygd har
«kofinn» hjá einbýlismanninum stóð. Plássið kom tí at eita
Kirkjuból. Landnámadeildin í Hauksbók hevur í staðin
Kirkjubólstaðr, ein formur sum annars ikki er til í íslandi,
men sum Ó. L. vísir á er kendur í Hetlandi (Kirkabister)')
og Orknoyum (Kirbister o. a.) og kanska eisini í einum føri
er at hóma í Føroyum: Chr. Matras heldur kanska vera
líkt til, at bygdin á Kirkju í Fugloy einaferð hevur itið
*Kirkjubólstaðr* 2).
Um felagsnevnið kirkjubær er Ó. L. fáorðaður og nevnir
bert, at tað altíð í Grágás og aðrastaðni er vant at merkja
«kirkjustaður».
Eftir øllum brøgdum at døma er tað óavvarandi av kann*
ingum Ólafs Lárussonar at Hugh Marwick doktari í verki
sínum «Orkney Farm Names» 1952 bls. 233 f. er farin
undir at greiða tey tíggju KirbisterjKirbuster<Kirkjuból-
staðr, sum eru í Orknoyggjunum. Nær um allir eru vala*
garðar, og Marwick heldur, at teir av skattaviðurskiftunum
at skilja o. t. mugu vera úr tíðini undan Haraldi Hárfagra."
Tá vóru Orknoyggjar enn heidnar; tær vóru ikki kristm
aðar fyrr enn um leið 995 av Ólavi Tryggvasyni. Eisini
Marwick vísir á hina beint nú nevndu frágreiðingina í
Landnámabók um Ásolf einbýlismann sum, ið hvussu er
óbeinleiðis, var orsøk til navnið Kirkjuból/Kirkjubólstaðr
á Akranesi. Hann leggur aftrat eina næstan samsvarandi
viðmerking um annan kristnan útflytara til íslands, Ketil
in fíflska, sum kom úr Suðuroyggjum (Hebridunum) og
festi búgv í Vestur=Skaptafells sýslu á einum stað, sum
síðan var kallað Kirkjubær. Samsvarandi Marwick er líkt
til at Kirhister=navnið á Orknoyum hevur sama uppruna
— at nøvnini av hasum slagnum eru so nógv kann komast
av tí, at Orknoyggjarnar vóru so nær kristnari trúboðstøð.
9 J. Jakobsen, Shetlandsøernes Stednavne bls. 80 (Aarb. f. nord.
Oldkynd. 1901).
2) Chr. Matras, Stednavne paa de færøske Norðuroyar bls. 15.