Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 5
Kirkjubøur, Velbastaður og Tórshavn
11
Maade er knyttet til en Helligdom» og skilar til, at niðun=
setuviðurskiftini har á plássinum ógvuliga væl samríma við,
at har hevur verið hov ella onkur annar halgidómur. Eitt
navn Veibost frá okkara tíð í Møre og Romsdals fylke
verður somuleiðis skrivað í jarðabók Aslaks Bolts (af)
Vebolstadum. Seinni verður navnið skrivað Vigbostad
(1513—1521), Veidebostadh (1530) o. s. fr. O. Rygh greiðir
frá í NG 13:180, at hin elsti formurin ikki kann vera
beinur við tað at navnið má hava samband við navnið á
tí sundinum, Vegsund (kanska eftir oyggjarnavninum *Veig),
har garðurin er. Hetta tekur K. Rygh upp aftur í sam*
bandi við viðgerðina av Vebbestad í Troms fylke. Tann
atfinning kann vera gjørd at hesum, at elsti formurin tó er
úr álítandi keldu, og at tað ikki er óhugsandi, at yngri
navnaformar seinni hava lagað seg eftir orðinum Vegsund
— eg haldi bart út vera beinast atferðarliga at royna slíka
útgreiðing1). Ið hvussu er, er dømið úr Troms í sjálvum
sær nóg mikið til at ásanna, at staðarnavnið Vebólstaðr
hevur verið til í fyrndartíð. 1 føroyskum eru nógv dømi
um stavskifti (metatesu) t. e. umbýtan av tveimum hjáljóð=
um, ið standa saman. Serliga er tað líkt til at l her sum í
nógvum øðrum málum hevur lyndi til at býta um við
annað hjáljóð og kemur fram um hetta: elva<L efla, talv<
tafl, striltin < *stritlin, sjølka — nor. bygdamál stjokla, klingra
<kringla, krutla<klutra2). Eitt staðarnavní Eysturoy Se/vin=
>) t tíðarritinum Svenska landsmál 1950 bls. 135 ff. havi eg viðgjørt
eitt navn, sum letur til at vera eitt reiðiliga gott samdømi. Hitt hab
lendska sóknarnavnið Kn'áred hevur verið hildið at bera í sær kná og
skal sipa til onkran bug á eini á, ið rennur har. Tann elsti navna*
formurin Knarruth (Ribe»árbogen) vísir at henda frágreiðing er skeiv.
Eg haldi meg hava víst, at Knarruth, sum eg haldi vera lagað eftir orð»
inum knarr «knørrurs> ógvuliga væl kann vera umlagað til Knáred seinni
av samanfelling við orðið kná, men tað tykist ikki gjørligt at greiða
formin Knarruth, um fyrri liður upprunaliga hevur verið kná«.
2) Sí eisini M. Hægstad, Vestnorske maalføre fyre 1350 II 2:132 f.,
H. Hamre, Færøymálet i tiden 1584—1750 bls. 42 f. og bókmentirnar,
ið har eru nevndar.