Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 5

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 5
Kirkjubøur, Velbastaður og Tórshavn 11 Maade er knyttet til en Helligdom» og skilar til, at niðun= setuviðurskiftini har á plássinum ógvuliga væl samríma við, at har hevur verið hov ella onkur annar halgidómur. Eitt navn Veibost frá okkara tíð í Møre og Romsdals fylke verður somuleiðis skrivað í jarðabók Aslaks Bolts (af) Vebolstadum. Seinni verður navnið skrivað Vigbostad (1513—1521), Veidebostadh (1530) o. s. fr. O. Rygh greiðir frá í NG 13:180, at hin elsti formurin ikki kann vera beinur við tað at navnið má hava samband við navnið á tí sundinum, Vegsund (kanska eftir oyggjarnavninum *Veig), har garðurin er. Hetta tekur K. Rygh upp aftur í sam* bandi við viðgerðina av Vebbestad í Troms fylke. Tann atfinning kann vera gjørd at hesum, at elsti formurin tó er úr álítandi keldu, og at tað ikki er óhugsandi, at yngri navnaformar seinni hava lagað seg eftir orðinum Vegsund — eg haldi bart út vera beinast atferðarliga at royna slíka útgreiðing1). Ið hvussu er, er dømið úr Troms í sjálvum sær nóg mikið til at ásanna, at staðarnavnið Vebólstaðr hevur verið til í fyrndartíð. 1 føroyskum eru nógv dømi um stavskifti (metatesu) t. e. umbýtan av tveimum hjáljóð= um, ið standa saman. Serliga er tað líkt til at l her sum í nógvum øðrum málum hevur lyndi til at býta um við annað hjáljóð og kemur fram um hetta: elva<L efla, talv< tafl, striltin < *stritlin, sjølka — nor. bygdamál stjokla, klingra <kringla, krutla<klutra2). Eitt staðarnavní Eysturoy Se/vin= >) t tíðarritinum Svenska landsmál 1950 bls. 135 ff. havi eg viðgjørt eitt navn, sum letur til at vera eitt reiðiliga gott samdømi. Hitt hab lendska sóknarnavnið Kn'áred hevur verið hildið at bera í sær kná og skal sipa til onkran bug á eini á, ið rennur har. Tann elsti navna* formurin Knarruth (Ribe»árbogen) vísir at henda frágreiðing er skeiv. Eg haldi meg hava víst, at Knarruth, sum eg haldi vera lagað eftir orð» inum knarr «knørrurs> ógvuliga væl kann vera umlagað til Knáred seinni av samanfelling við orðið kná, men tað tykist ikki gjørligt at greiða formin Knarruth, um fyrri liður upprunaliga hevur verið kná«. 2) Sí eisini M. Hægstad, Vestnorske maalføre fyre 1350 II 2:132 f., H. Hamre, Færøymálet i tiden 1584—1750 bls. 42 f. og bókmentirnar, ið har eru nevndar.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.