Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 6

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 6
12 Kirkjubøur, Velbastaður og Tórshavn di (1584 Seblennde) man vera eldri *Seflendi og Mikladalur verður 1613 skrivað Mylkedal1). Somuleiðis má Vebólstaðr koma til at eita *Velbostaðr. Viðvíkjandi sjálvljóðinum í fyrsta stavilsi skuldi einki Iøgið vera í tí at *vebóU > velbo= >valbo’, í føroyskum skrivað valbo= (soleiðis sum elstu dømini vísa). Hitt gamla vestnorrøna bólstaðr er ikki til longur í føroyskum; men bústaður finst. Tá fyrri formur er burtur skuldu líkindini til /=stavskifti gjørst serliga góð. Av hesum — kann ætlast — av onkrari orsøk, ið nú ikki er ávísandi, at hitt óherda o verður umskift við a ella kanska heldur lækkað til eitt meir og meir a=líkt ljóð, og úrslitið er so vorðið nútíðarformurin Velbastaður2). Henda útlegging hevur fleiri eyðskildar fyrimunir, sum hin síðst nevnda ikki heilt greiða ljóðbroytingin *Velbo= > Velba tykir mær lítið vega ímóti. í fyrstu atløgu verður eintalsorðendingin =staður (í staðin fyri =staðir) heilt nát= túrlig. í øðrum umfari kann vera víst á eitt vælkent før= oyskt ljóðbrigdi, Z=stavskifti, í staðin fyri onkra ikki ávísta ljóðbroyting *Valba= ella *Vilba > Velba. í triðja lagi kemur ein fram á staðanavn, sum eisini er kent úr Noreg, VebóU staðr. Tí verri eru vánirnar til at bera óvikandi prógv ógvu= liga lítlar, men er henda útleggíng rætt, verður navnið Velbastaður sum higar til lítið hevur verið givið gætur eitt hitt merkiligasta í Føroyum. Tað minnir so á, at her hevur staðið ve, áðrenn kristnin varð boðað, heiðin halgi= staður, sum hevur verið skúgvaður til viks, av einari kristn* ari kirkju, ið beinan vegin hevur verið gjørd har nárm indis, sum so langt aftur í tíðina, ið vit hóma hevur verið Føroya fremsti halgidómur. Eisini veið kann hava verið miðstøðuhalgidómur — tann lega tað hevur havt miðskeiðis *) H. Hamre n. r. bls. 52 f. 2) Sbr. at staðanavnaendingin bø(ur) í Suðuroy í vissum førum er vorðin sba: Sunnbø, Froðbø, Hvalbø, framborið sum somba, fribba, kvalba. Si J. Jakobsen, Strejflys bls. 73, H. Hamre n. r. bls. 35.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.