Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 6
12
Kirkjubøur, Velbastaður og Tórshavn
di (1584 Seblennde) man vera eldri *Seflendi og Mikladalur
verður 1613 skrivað Mylkedal1). Somuleiðis má Vebólstaðr
koma til at eita *Velbostaðr. Viðvíkjandi sjálvljóðinum í
fyrsta stavilsi skuldi einki Iøgið vera í tí at *vebóU > velbo=
>valbo’, í føroyskum skrivað valbo= (soleiðis sum elstu
dømini vísa). Hitt gamla vestnorrøna bólstaðr er ikki til
longur í føroyskum; men bústaður finst. Tá fyrri formur
er burtur skuldu líkindini til /=stavskifti gjørst serliga góð.
Av hesum — kann ætlast — av onkrari orsøk, ið nú ikki
er ávísandi, at hitt óherda o verður umskift við a ella
kanska heldur lækkað til eitt meir og meir a=líkt ljóð, og
úrslitið er so vorðið nútíðarformurin Velbastaður2).
Henda útlegging hevur fleiri eyðskildar fyrimunir, sum
hin síðst nevnda ikki heilt greiða ljóðbroytingin *Velbo= >
Velba tykir mær lítið vega ímóti. í fyrstu atløgu verður
eintalsorðendingin =staður (í staðin fyri =staðir) heilt nát=
túrlig. í øðrum umfari kann vera víst á eitt vælkent før=
oyskt ljóðbrigdi, Z=stavskifti, í staðin fyri onkra ikki ávísta
ljóðbroyting *Valba= ella *Vilba > Velba. í triðja lagi kemur
ein fram á staðanavn, sum eisini er kent úr Noreg, VebóU
staðr.
Tí verri eru vánirnar til at bera óvikandi prógv ógvu=
liga lítlar, men er henda útleggíng rætt, verður navnið
Velbastaður sum higar til lítið hevur verið givið gætur
eitt hitt merkiligasta í Føroyum. Tað minnir so á, at her
hevur staðið ve, áðrenn kristnin varð boðað, heiðin halgi=
staður, sum hevur verið skúgvaður til viks, av einari kristn*
ari kirkju, ið beinan vegin hevur verið gjørd har nárm
indis, sum so langt aftur í tíðina, ið vit hóma hevur verið
Føroya fremsti halgidómur. Eisini veið kann hava verið
miðstøðuhalgidómur — tann lega tað hevur havt miðskeiðis
*) H. Hamre n. r. bls. 52 f.
2) Sbr. at staðanavnaendingin bø(ur) í Suðuroy í vissum førum er
vorðin sba: Sunnbø, Froðbø, Hvalbø, framborið sum somba, fribba,
kvalba. Si J. Jakobsen, Strejflys bls. 73, H. Hamre n. r. bls. 35.