Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 7

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 7
Kirkjubøur, Velbastaður og Tórshavn 13 í oyggjunum, styðjar enn meir hesa hugsan1). Tað skil, sum nógvastaðni kann vera víst á, at kristna kirkjan ofta fær sína fyrstu miklu miðstøðu nær heidnum halgistøðum, tykist eisini hóska í Føroyum, og Kirkjubøur kemur í hesum førum í somu støðu sum Lund og Roskilde, Upp* sala og Viborg og nógv onnur dómkirkjustøð. Við teirri útlegging, sum navnið Velbastaður her hevur fingið, haldi eg eisini, at hetta navnið og Tórshavn á ymsan hátt lýsa hvørt annað. Tórshavn er gamalt navn; sagt verður í Færeyingasøgu, grein 5: ctjaingstpð Jteira Færeyinga var í Straumsey ok J?ar er hpfn sú, er J)eir kalla ^órshpfn.* Navnið ber óivað í sær gudanavnið Tórur, og tað liggur nú nær fyri at seta gudanavnið Tórur í samband við tann halgidóm útsynningsmegin á Streymoy, sum vit her hava kannað. Eg skjóti upp, at sambandið verður skilt soleiðis. Fólk vestanfyri á Streymoynni og úr oyggjunum sunnan fyri og vestan fyri eru sjálvandi — tá vindur og streymur hava verið til vildar — farin við bát beina leið til halgi* dómin (og seinni til Kirkjubíggjar) á hini berligu og á« rendu strondini. Men í ringum líkindum, t. e. ofta, hava menn verið noyddir at seta upp á næstu kyrruplássum. Hetta plássið hava teir sanniliga funnið í teirri víkini eystanfyri á Streymoynni 5—6 km í landnyrðing av Velba« stað, har Tórshavn er uppkomin. Fyri fólk eystan av Streym* oynni, úr Eysturoy og Norðuroyggjum sum leitaðu til veið, var longu úr upphavi henda víkin náttúrligasta lendingarplássið. Úr hesum plássum er nógv lagaligari at fara til Velbastaðar yvir land úr Havnini enn við báti, tá farast mátti hina longru leiðina fyri Kirkjubønes. Tí var 1) J. Jakobsen, Strejflys bls. 73 f. heldur, at Hov, í Hovi á eystur* síðuni á Suðuroy ber í saer týdningin «garður». Aðrastaðni í Norður* londum verður hitt sjálvstøðuliga Hof og eisini orðendingin *hof mest brúkt um heiðin halgistøð, ti tykist hóskiligast at leggja út navnið úr Suðuroy á sama hátt. Jákup doktari meinar, at Hov áður var høvuðs* garður í oynni, og hetta bendir helst á at týdningurin eisini her er «halgidómur, gudahús».

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.