Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 7
Kirkjubøur, Velbastaður og Tórshavn
13
í oyggjunum, styðjar enn meir hesa hugsan1). Tað skil,
sum nógvastaðni kann vera víst á, at kristna kirkjan ofta
fær sína fyrstu miklu miðstøðu nær heidnum halgistøðum,
tykist eisini hóska í Føroyum, og Kirkjubøur kemur í
hesum førum í somu støðu sum Lund og Roskilde, Upp*
sala og Viborg og nógv onnur dómkirkjustøð.
Við teirri útlegging, sum navnið Velbastaður her hevur
fingið, haldi eg eisini, at hetta navnið og Tórshavn á ymsan
hátt lýsa hvørt annað. Tórshavn er gamalt navn; sagt verður
í Færeyingasøgu, grein 5: ctjaingstpð Jteira Færeyinga var
í Straumsey ok J?ar er hpfn sú, er J)eir kalla ^órshpfn.*
Navnið ber óivað í sær gudanavnið Tórur, og tað liggur
nú nær fyri at seta gudanavnið Tórur í samband við tann
halgidóm útsynningsmegin á Streymoy, sum vit her hava
kannað. Eg skjóti upp, at sambandið verður skilt soleiðis.
Fólk vestanfyri á Streymoynni og úr oyggjunum sunnan
fyri og vestan fyri eru sjálvandi — tá vindur og streymur
hava verið til vildar — farin við bát beina leið til halgi*
dómin (og seinni til Kirkjubíggjar) á hini berligu og á«
rendu strondini. Men í ringum líkindum, t. e. ofta, hava
menn verið noyddir at seta upp á næstu kyrruplássum.
Hetta plássið hava teir sanniliga funnið í teirri víkini
eystanfyri á Streymoynni 5—6 km í landnyrðing av Velba«
stað, har Tórshavn er uppkomin. Fyri fólk eystan av Streym*
oynni, úr Eysturoy og Norðuroyggjum sum leitaðu til
veið, var longu úr upphavi henda víkin náttúrligasta
lendingarplássið. Úr hesum plássum er nógv lagaligari at
fara til Velbastaðar yvir land úr Havnini enn við báti, tá
farast mátti hina longru leiðina fyri Kirkjubønes. Tí var
1) J. Jakobsen, Strejflys bls. 73 f. heldur, at Hov, í Hovi á eystur*
síðuni á Suðuroy ber í saer týdningin «garður». Aðrastaðni í Norður*
londum verður hitt sjálvstøðuliga Hof og eisini orðendingin *hof mest
brúkt um heiðin halgistøð, ti tykist hóskiligast at leggja út navnið úr
Suðuroy á sama hátt. Jákup doktari meinar, at Hov áður var høvuðs*
garður í oynni, og hetta bendir helst á at týdningurin eisini her er
«halgidómur, gudahús».