Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 9
Soppur í føroyskum og sopp í írskum.
Eftir Chr. Matras.
Hetta er roynd til at ráða gátu, sum eitt tað hvønndagSí
ligasta orðið í føroyskum máli ber upp. Gátuevnið er hetta:
Hvussu hevur soppur fingið ta merking, orðið nú hevur í
føroyskum?
Fyrst er at bera fram tað, sum vit vita um týdning og
nýtslu í okkara máli, síðan at hava fyri tað, sum onnur
mál vátta, og at enda at læsa av ella taka samanum fyri
eygunum á teimum, sum sæð hava allan mannagangin.
I.
Fáur er í iva um, hvørja høvuðsmerking soppur m. hevur í
føroyskum, nevniliga «ein hond, ella so, av hoyggj,» t. d.
tá ið tey geva neytum. So er eisini sagt frá í orðabókini
hjá J. C. Svabo; eitt nú hevur handritið M: «Soppur, Hoj*
soppur s. m. Haandfuld Høe, manipulus foeni 1. villus,»
og S1: «Soppur s. m. liden Visk Høe, fasciculus foeni.»
Men ikki er tað sørt, at orðið eisini er havt um annað enn
hoyggj (turkað gras). Soleiðis sigur maður í Funningi í
tíðindabrævi (Tingakrossur 1932 nr. 20): «... lønin fyri
at vera uppsitari er so syndarliga lítil — tann neyðars gras=
soppurin — tað er alt.» Sagt verður eisini (hetta er á orða*
bókarseðli): «at royta eín sopp (úr tvævetursjørðini)», og
hitt nógv nýtta, men kanska ikki rættiliga stovubæra orðið
«skoynisoppur» (í Nólsoy sagt: skeinisoppur, sbr. ísl.