Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 10
16
Soppur í føroyskum og sopp í írskum
skeini; á donskum æt tað sama: arsvisk, Kalkar kallar tað
á latíni: anitergium) vísir tað sama. Beinleiðis «hoysoppur»
er merkingin heldur ikki, tá ið vit tosa um soppatorv. Um
hetta orðið tekur Svabo so til (Indb. III, 483): «1 Kolter,
hvor ingen Møgv eller Torve»Jord findes, bruger man
Soppatorv, det er Grønsværen selv, for at spare pá den
gode Torv, som føres fra Sandøen» (smbr. Landt 164:
SoppatTørven). Eg kann leggja afturat, at í Norðuroyggj*
um er «soppatorv» eisini nevnt »lætt torv», og at Dr.
Jakobsen hevur hesar uppskriftir (eg veit ikki hvaðan):
«hattatorv = soppatorv = garðatorv (skr. gára«); lættitorv
(lætte«), soppatorv t. e. við svørðinum á — tað ovasta kalb
aðist: svørðhøtturin». — Orðið hoysoppur, sum er ein sera
vanlig samanseting, hava vit longu nevnt. Aðrar saman«
setingar, sum eg kenni, eru hesar: 1. Or Sunnbø hevur
M. A. Jacobsen skrivað upp: soppkøstur m., sopptøð n. pl.
(hitt mótsetta eitur: mykjukøstur, mykjutøð). 2. Ur Kunoy
er skrivað upp (M.A.J.): lendasoppur m. Sbr.(?) R. Ras*
mussen, Sær er siður á landi (1949), bls. 68: «Tá byrðan
var bundin, gjørdi maður sær holu fyri høvdið undir tvør=
fetilin og legði sær ein sopp undir fetilin, so ikki skuldi
níta ov fast at skallanum. Ein sopp legði hann sær undir
lendarnar, so fór hann undir byrðuna.» 3. sogusoppur m.
«hoysoppur, sum tey turka ella strúka innan um ílátið, ið
kálvur hevur drukkið úr, og sum tey so geva honum í
kjaftin at jagla og súgva burtur úr» (Poul Olsen á Eiði).
John Nybo sigur mær, at í Múla eitur hetta narrisoppur,
og eg kann nevna, at M. A.J. hevur skrivað upp eitt annað
orð nýtt í somu merking: sogustrá n.» strá, ið ein turkar
innan um ílátið og gevur kálvi.»
I øllum tí, sum her hevur verið havt á lofti, hevur soppur
havt merkingina «hoysoppur» ella (sjáldnari) «grassoppur».
Sama er í máliskuni um barnakonu ella songarkonu, sum
vit seinni skulu hoyra. Meira ivasamt er við eini saman*
seting, sum vit ikki hava nevnt enn, men brátt fara at taka
upp til viðgerðar.