Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 13
Soppur í føroyskum og sopp í írskum
19
substans af rundagtig form (kugleform), drivende i søen,
sandsynl. rognpose eller sammenhængende rognbælge.»
Dr. Gunnar Thorson (Zoologisk Museum, Keypmanna>=
havn), sum er tann gággukøni maður, mær hevur hjálpt,
sigur, at henda frágreiðing Dr. Jakobsens vísir skilliga, at
hjaltlendska orðið er nýtt um tað sama sum tað føroyska
1. Gágga — Common whelk. (Buccinum undatum L.).
Teknað hevur Poul H. Winther.
(tey føroysku). — Dr. Jakobsen hevur orðið úr ymsum
plássum, og sjálvljóðið í «*sopp» er ymist ljóðskrivað:
3, á (so av oynni Fetlar) og: 3 (Sandsting, á vestursíðu
Meginlands; «s» er her framborið eins og «sj» vanliga).
— Eg skal leggja afturat, at hvørki í norðanmálum ella
í skotskum (enskum) og geliskum er til serligt navn á tí,
sum á føroyskum eitur marsoppur ella lættisoppur og á
hjaltlendskum marsop (p).
Marsoppur er helst gamalt vesturnorskt orð, sum hjaltar
og føroyingar hava havt við sær vestur um hav. Sjálvsagt
er ikki heilt óhugsandi, at orðið kundi verið skapað fyri