Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 13

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 13
Soppur í føroyskum og sopp í írskum 19 substans af rundagtig form (kugleform), drivende i søen, sandsynl. rognpose eller sammenhængende rognbælge.» Dr. Gunnar Thorson (Zoologisk Museum, Keypmanna>= havn), sum er tann gággukøni maður, mær hevur hjálpt, sigur, at henda frágreiðing Dr. Jakobsens vísir skilliga, at hjaltlendska orðið er nýtt um tað sama sum tað føroyska 1. Gágga — Common whelk. (Buccinum undatum L.). Teknað hevur Poul H. Winther. (tey føroysku). — Dr. Jakobsen hevur orðið úr ymsum plássum, og sjálvljóðið í «*sopp» er ymist ljóðskrivað: 3, á (so av oynni Fetlar) og: 3 (Sandsting, á vestursíðu Meginlands; «s» er her framborið eins og «sj» vanliga). — Eg skal leggja afturat, at hvørki í norðanmálum ella í skotskum (enskum) og geliskum er til serligt navn á tí, sum á føroyskum eitur marsoppur ella lættisoppur og á hjaltlendskum marsop (p). Marsoppur er helst gamalt vesturnorskt orð, sum hjaltar og føroyingar hava havt við sær vestur um hav. Sjálvsagt er ikki heilt óhugsandi, at orðið kundi verið skapað fyri

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.