Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 18

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 18
24 Soppur í føroyskum og sopp í írskum er hjá teimum, suin skapað hava máliskuna «at fara á sopp» in,» neyvan hálmur, sum vit vita um úr Noregi og t. d. Onglandi (sbr. «Iying in the straw»). Áðrenn eg endi hetta langa slankið, eg her gjørdi, skal eg nevna, at úr Islandi er so sagt frá (íj)): «... meðan barnið liggur hjá móð» urinni, áður en búið er að skilja á milli, er kallað, að Jjað liggi í gvasinu, og ef barnið grætur, undir eins og t>að er fætt, er kallað, að jjað goli í grasinu.» Av øðrum íslendskum tilfari hesi seinastu máliskuni viðvíkjandi sendir Jakob Benediktsson mær hetta úr søvnunum hjá teirri stóru orða= bókini: «Lagðist greifans húsfrú í gras og lezt barnið fætt hafa,» Islandica VII 34 (Sagan af Gríshildi góðu, eftir hdr. frá o. u. 1770); «edr hvert J»að (t. e. barnið) se dáit í gras= inu . . . », Lærdómslistafelagsrit XV 150. Orðasambandið hevur soleiðis verið til so seint sum í 18. øld. J. B. leggur afturat, at onnur orðasambond við grasi ella hoyggj um songarkonur kennir hann ikki. IV. í norskdslendskum skriftum hevur soppr m. valla aðra merking enn «bóltur (at spæla við)». I Bósa søgu (hdr. frá 15. øld: AM 586,4°) stendur (Fld. III, 196): «konungr hafdi leik j?ann, er soppleikr heitir,» og: «slo hann J>á augat úr einum med soppinum, en annan feldi hann;» í Mariu søgu (ungt pappírshdr.: AM 634—635): «Klerkar nockurir slogu sopp fyrir einni kirkiu,» og: « . . . ottazt, at hann bristi j>at gvll, ef hann slær optliga soppinn» (1034). — Systurformurin svóppr m. er til í 3 merkingum: 1. «svamp= ur», t. e. spongia (? njarðarvøttur). Sí Stjórn (Unger gav út, 1862) 17: «J>a baru J>eir upp jaannig meðr ser uáta suoppu ok logðu uidr nasirnar sealfum ser» (hdr. frá 14. øld). 2. «troti, okkurt uppbólgnað.» Sí Alfrædi íslands III 79 (hdr,—AM 696 II, 4° — frá 15. øld): «]aat dregzt saman til bolgu eda svopp eda i sull.» 3. «bóltur» (t. e. tað sama sum soppr og — m. a. í Alexanders søgu —: bóllr). Hettá er í 2. tátti av Karlamagnussøgu, «Af fru Olif ok Landres syni hennar»

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.