Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 18
24
Soppur í føroyskum og sopp í írskum
er hjá teimum, suin skapað hava máliskuna «at fara á sopp»
in,» neyvan hálmur, sum vit vita um úr Noregi og t. d.
Onglandi (sbr. «Iying in the straw»). Áðrenn eg endi hetta
langa slankið, eg her gjørdi, skal eg nevna, at úr Islandi
er so sagt frá (íj)): «... meðan barnið liggur hjá móð»
urinni, áður en búið er að skilja á milli, er kallað, að Jjað
liggi í gvasinu, og ef barnið grætur, undir eins og t>að er
fætt, er kallað, að jjað goli í grasinu.» Av øðrum íslendskum
tilfari hesi seinastu máliskuni viðvíkjandi sendir Jakob
Benediktsson mær hetta úr søvnunum hjá teirri stóru orða=
bókini: «Lagðist greifans húsfrú í gras og lezt barnið fætt
hafa,» Islandica VII 34 (Sagan af Gríshildi góðu, eftir hdr.
frá o. u. 1770); «edr hvert J»að (t. e. barnið) se dáit í gras=
inu . . . », Lærdómslistafelagsrit XV 150. Orðasambandið
hevur soleiðis verið til so seint sum í 18. øld. J. B. leggur
afturat, at onnur orðasambond við grasi ella hoyggj um
songarkonur kennir hann ikki.
IV.
í norskdslendskum skriftum hevur soppr m. valla aðra
merking enn «bóltur (at spæla við)». I Bósa søgu (hdr. frá
15. øld: AM 586,4°) stendur (Fld. III, 196): «konungr
hafdi leik j?ann, er soppleikr heitir,» og: «slo hann J>á augat
úr einum med soppinum, en annan feldi hann;» í Mariu
søgu (ungt pappírshdr.: AM 634—635): «Klerkar nockurir
slogu sopp fyrir einni kirkiu,» og: « . . . ottazt, at hann
bristi j>at gvll, ef hann slær optliga soppinn» (1034). —
Systurformurin svóppr m. er til í 3 merkingum: 1. «svamp=
ur», t. e. spongia (? njarðarvøttur). Sí Stjórn (Unger gav út,
1862) 17: «J>a baru J>eir upp jaannig meðr ser uáta suoppu ok
logðu uidr nasirnar sealfum ser» (hdr. frá 14. øld). 2. «troti,
okkurt uppbólgnað.» Sí Alfrædi íslands III 79 (hdr,—AM
696 II, 4° — frá 15. øld): «]aat dregzt saman til bolgu eda
svopp eda i sull.» 3. «bóltur» (t. e. tað sama sum soppr
og — m. a. í Alexanders søgu —: bóllr). Hettá er í 2. tátti
av Karlamagnussøgu, «Af fru Olif ok Landres syni hennar»