Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 20
26
Soppur í føroyskum og sopp í írskum
(t. e. njarðarvøttur, eisini: tváttsvampur) eitur nú1) sum í
donskum og svenskum svamp, eitt orð, sum er komið av
sama fyrndarsniði sum svóppr.
í nýíslendskum máli, t. e. frá 17. øld upp í 19. øld, er
høvuðsmerkingin, sum soppur hevur, «bóltur», tað, sum nú
á døgum í dagligum máli mest eitur bolti m. Samanset*
ingin leiksoppur er í Nucleus latinitatisJónsÁrnasonar(1738)
nýtt sum týðing av «pila lusoria» (t. e. leikbólti), men
annars er merkingin á hesum orðinum, sum enn er til,
altíð «kastibløka, á donskum: kastebold.» Soppleikur (BH:
Soppleikr m. lusus pilæ, sphæromachia) varð upp í byrj*
anina av 18. øld havt um spæl, har tey loftaðu steini ella
øðrum bøllutum luti (sí: Ólafur Dáviðsson, íslenzkar
Skemtanir, bls. 137); merkingin «fótbóltur» (= knáttspyrna)
er nýgerð, og sama er við orðinum soppleikari m. Annars
er soppleikur nýtt í eldri skriftum, eitt nú (1584) í Gud*
brandsbíbliu (2. Makk. 4,14); aðrar eldri samansetingar eru
sopphús (= sphæristerium, J. Árnason, Nucleus 1642) og
soppvóllur (= sphæristerium, Nomenclator, 1 B 77 fol. 128
og 197). Ein samanseting er eftir at nevna, B H: Sopp=
drepa f. «funda, instrumentum qvo pila mittitur» (t. e.
«bólttræ»), sbr. B H: Knattdrepa f. (eisini í Víglundar
søgu, sum helst er frá 15. øld). — Soppur (B H: «Soppr
m. pila, sphæra; vid. hnóttr v. bóllr») er í 17. øld eina ferð
nýtt um tann (blásta) bjølgin, sum nevaleikarar (pugiles)
í Rómaborg høvdu at venja seg á. Tað er í Nomenclator
Hadriane (ísl. týðing av latínskari orðabók, frá o. u. 1630,
í B 77 fol. bls. 194): «FolIis pugillatorius . . . uppblasenn
ledur belgur eda soppur.»
í íslandi er soppur fyri norðan nýtt í merkingini «flot,
á donskum: fládholt» (ísl.: flá á neti). I handriti frá seinnu
helvt av 19. øld (J S 289, 8vo; óvist hvaðan av landi)
stendur henda frágreiðing: «á efri Jjinum ýmsra neta eru
hafðir soppar, eða sívalir hálfhnóttóttir kubbar af ýmsu
') Tó hevur Strøm, Physisk og oeconom. Beskrivelse over Søndenærs
fogderi (1762—69) sjøvott um njarðarvøtt.